www.bahai.fo
O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim

Bahá'í Bønir Fylgjandi er brot úr bókini:
BAHÁ'Í BØNIR
eitt lítið úrval


Búi Tyril týddi
Útgáva © 1993: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Vælsignaður er tann blettur,
og tað hús,
og tað stað,
og tann býur,
og tað hjarta,
og tað fjall,
og tað skjól,
og tann hola,
og tann dalur,
og tann jørð,
og tað hav,
og tann oyggj,
og tann hagi,
har Gud hevur verið nevndur
og lovprísan
Hansara
dýrdargjørd.

- Bahá'u'lláh
Trupulleikar

Er nakar Loysari trupulleika uttan Gud?
Sig: Lovaður veri Gud! Hann er Gud!
Øll eru tænarar Hansara,
og øll eiga í lut boð Hansara!
- Báb           

Eind

O Gud mín! O Gud mín! Sameina hjørtuni hjá tænarum Tínum og opinbera fyri teimum Títt mikla endamál. Fylgi teir Tínum boðum og haldi teir seg til Tína lóg. Hjálp teimum, O Gud, í teirra strem- ban, og veit teimum styrki at tæna tær. O Gud! Eftirlat teir ikki til sín sjálvs, men leið teirra fóta fet við ljósi kunnleiks Tíns og upplívga hjørtu teirra við kærleika Tínum. Sanniliga, Tú ert teirra Hjálpari og teirra Harri.
- Bahá'u'lláh           

Lýdni

Eg bøni Teg, O Gud mín, við Títt mest upphevjaða Orð, ið Tú hevur fyriskrivað sum tann Guddómliga Heilivágin fyri øll, sum eru í Tínum ríki, Heilivágurin, ígjøgnum hvørs dygd málmur mannalívsins er vorðin umbroyttur til reinasta gull, O Tú í Hvørs hondum liggja bæði tey sjónligu og ósjónligu kongaríkini, um at fyriskriva, at mítt val samsvarar Tínum vali og mítt ynski Tínum ynski, at eg kann vera fullkomiliga nøgdur við tað, ið Tú ynskti, og vera fullvegis nøktaður við, hvat Tú tilætlaði mær gjøgnum Títt gávumildni og Tína vælvild.
- Bahá'u'lláh           


Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world