 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
 |
Law-I-Aqdas
Hin Mest Heilaga Talvan * Ofta nevnd Talvan til tey kristnu
eftir Bahá'u'lláh
Kári Sverisson týddi
Útgáva © 1992: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
| |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
|
Hygg, hetta er hin Eini, ið hevur hálovað Soninum og upphevjað Søk Hansara. O fólkasløg
jarðarinnar, tveitið burtur tað, tit eiga, og takið eitt fast tak um tað, ið er tykkum boðið av hinum Almáttuga, Honum, ið er Berarin av Áliti Guðs. Reinsið tykkum oyruni og vendið hjørtum tykkara at Honum til tess at lýða á hitt mest undurfulla kallið, sum hevjað er av Sinai, bústaði Harra tykkara, hinum Dýrdarríkasta. Hetta fer sanniliga at draga tykkum nærri staðnum harí tit fara at skilja dýrdina í ljósinum frá Hansara ásjón, sum skínur yvir hesi ljómandi Havsbrúgv.
O prestafjøld! Latið klokkurnar vera og komið so fram úr kirkjum tykkara. Tað liggur á tykkum
at kunngera tjóðunum tað Størsta Navnið. So tit vilja helst tiga, meðan hvør steinur og hvørt træ
rópar: `Harrin er komin í miklu dýrd Síni!' Væl statt er tað hjá honum, sum skundar sær til
Hansara. Sanniliga, hann er taldur millum tey hvørs nøvn fyri alla tíð eru uppteknaði og fara at
verða nevnd av Fjøldini í tí Høga. Soleiðis er tað avgjørt av Andanum í hesi undursomu Talvu.
Sanniliga er hann, ið kallar menn saman í Mínum navni, av Mær, og hann skal sýna fram tað, ið er
omanfyri styrki hjá øllum, sum er á jørð. Fylgið tit Vegnum hjá Harranum og gangið ikki í
fótasporunum hjá teimum, sum eru sokkin í líkasæluna. Væl statt er tað hinum svøvntunga, sum
vaktur er av Loti Guðs og rísur upp frá teimum deyðu, við fetum bidnum móti Vegi Guðs.
Sanniliga, slíkur er, í ásjón Guðs, hinum Sanna, mettur sum ein gimsteinur millum menn og
roknaður uppí tey eydnusælu.
|
|
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|