 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
 |
Law-I-Aqdas
Hin Mest Heilaga Talvan * Ofta nevnd Talvan til tey kristnu
eftir Bahá'u'lláh
Kári Sverisson týddi
Útgáva © 1992: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
| |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
|
Ongantíð gekk Eg framvið einum træi uttan at hjarta Mítt vendi sær og talaði til tað: `Hevði ynskt,
at tú vart høgt niður í Mínum Navni, og kroppur Mín krossfestur á tær'. Vit avdúkaðu hetta brot í
Brævinum til Sháhin, at tað kundi tænt sum ein ávaring til fylgdarmenn av religiónum. Sanniliga,
Harri tín er hin Alvitandi, hin Alvísi.
Lat ikki tað, sum teir hava útinnt, valda tær nakra sorg. Sanniliga eru teir eins og deyðir, og ikki livandi. Lat tey deyðu hava teir, og vend tá andlit títt móti Honum, ið er Lívgevari heimsins. Ver ansin, so at tað, ið tey dølsku siga, ikki harmar teg. Statt tú stinnur í Søkini, og lær tú fólk við fullfíggjaðari vitan. Soleiðis áleggur tær Stjórnari jarðarinnar og himins. Hann er av sonnum tann Almáttugi, tann Mest Gávumildi. Áðrenn langt er umliðið fer Guð at upphevja minni títt og innskriva við Dýrdarinnar Penni tað, ið tú hevur útinnt fyri skuld kærleika Hansara. Hann er av
sonnum Verndari teirra, ið gera væl.
Gev áminning Mína til Murád at navni, og sig: "Sælur ert tú, o Murád, av tí at tú kveistraði til viks røddina hjá tíni egnu trá, og hevur fylgt Honum, ið er tráanin hjá mannaættini allari". |
|
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|