 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
 |
Law-I-Aqdas
Hin Mest Heilaga Talvan * Ofta nevnd Talvan til tey kristnu
eftir Bahá'u'lláh
Kári Sverisson týddi
Útgáva © 1992: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
| |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
| |
Hygg: Sælur er tann durvandi, ið vaknar av Mínum Loti. Sælur er tann lívleysi, sum kvaklast
orsakað av Mínum lívskveikjandi andadráttum. Vælsignað er tað eyga, ið er troystað av at skoða
vakurleika Mín. Sælur er tann ferðamaður, sum stýrir sínum fótafetum mótvegis Tabernakli Dýrd
og Hátign Míni. Sælur er tann eydnuleysi, sum søkir sær skjól undir skugganum av trónuhimmali
Mínum. Sælur er tann neyðars tystandi, sum kvikar sær at teimum mjúktfloymandi vøtnum av
kærleika Mínum og miskunn. Vælsignað er tann ónøgda sál, sum blakar burtur sínar sjálvsøknu
tráanir fyri at geva seg til kærleika Mín og sessast við veitsluborðið, sum Eg havi sent niður av
himmalinum av guddómligum gávumildi til Míni útvaldu. Sælur er tann eyðmýkti, sum heldur fast á
snøri Dýrd Míni; og tann neyðstaddi, sum trínur innar undir skugganum av Tabernaklinum av
Ríkidømi Mínum. Sælur er tann fákunnu maður, sum sóknast eftir kelduni til vitan Mína; og tann
dølski, sum krøkir seg fastan í tog áminning Mínar. Sæl er tann sál, sum er vorðin hevjað til lívs
orsakað av eggjandi andadrátti Mínum, og fingið atgongd inn í himinska Kongsríki Mítt. Sælur er
tann maður, sum søti roykurin av endursameining við Meg hevur vakt og fingið at nærkast
Degninginum av Mínari Opinbering. Vælsignað tað oyra, ið hevur hoyrt, og tann tunga, sum hevur
borið vitnisburð, og tað eyga, sum hevur sæð og kent aftur Harran Sjálvan í Hansara miklu dýrd
og hátign, klæddur í stórleika og ræði. Sæl eru tey, sum hava vunnið nærveru Hansara. Sælur er
tann maður, sum hevur leitað eftir upplýsing frá Dagsstjørnuni í Orði Mínum. Sælur er hann, sum
hevur prýtt høvd sítt við krúnu kærleika Míns. Sælur er hann, sum hevur hoyrt sút Mína og reist
seg at veita Mær hjálp millum fólk Mítt. Sælur er hann, sum hevur lagt lív sítt niður á Mína gøtu og borið margfaldar líðingar fyri Mítt Nevnis skuld. Sælur er tann maður, sannførdur um Orð Mítt,
sum millum tey deyðu er risin upp at hátíðarhalda Mín heiður. Sælur er hann, sum er vorðin
hugfangaður av Mínum undursomu vælljóðum, og hevur skrætt slørini sundur orsakað av
ávirkanini av mátti Mínum. Sælur er hann, sum bleiv verandi trúgvur móti Mínum Sáttmála, og
sum lutirnir ikki hava hildið aftur frá at náa Mítt Hov av frómleika. Sælur er tann maður, sum
hevur loyst seg frá øllum øðrum enn Mær, flogið í lofthavi kærleika Míns, vunnið sær atgongd inn í
Mítt Kongsríki, skoðað dýrdarinnar ríki Mítt, svølgt tey livandi vøtn av gávumildi Mínum, drukkið
ríviligt av teimum himmalsku áum av elskuligu forsjón Míni, kunnað seg um Søk Mína, fatað tað,
sum Eg krógvaði inni í dýrgripinum í Orðum Mínum, og hevur geislað fram undan sjónarringinum
av guddómligari vitan, upptikin av hálovanini og prísanini av Mær. Sanniliga, hann er av Mær. Á
honum hvílir Náði Mín, Mítt vinarlag, Mítt gávumildi og Mín dýrd.
|
| - Bahá'u'lláh |
|
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|