www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Annar partur
40. Gudspekiliga felagið, París.
Hin 9. november    

Síðani eg kom til París, havi eg hoyrt um gudspekiliga felagið, og eg veit, at tað er sett saman av æraðum og høgt virdum monnum. Tit eru vitbornir menn, menn við andaligum hugsjónum, og tað er mær stór gleði at vera tykkara millum.

Latið okkum takka Gudi, sum hevur drigið okkum saman í kvøld. Tað gleðir meg, tí eg skilji, at tit leita eftir sannleikanum. Tit eru ikki fjøtraðir av fordómsleinkjum, og tað, sum tit tráa mest eftir, er at kenna sannleikan. Sannleiki kann berast saman við sólina! Sólin er tað lýsandi evnið, ið spjaðir allan skugga; somuleiðis spjaðir sannleikin skuggarnar í huga okkara. Sum sólin veitir mannakroppinum lív, soleiðis veitir sannleikin sálum teirra lív. Sannleiki er sól, ið rísur ymsastaðni á sjónar-ringinum.

Stundum rísur sólin á miðjum sjónarringi, so, um summarið, rísur hon longri norðuri, á vetri longri suðuri - men tað er altíð sama sólin, hvaðani hon so rísur.

Á sama hátt er sannleikin ein, hóast hann ger vart við seg á ymiskan hátt. Nakrar menniskjur hava eygu og síggja. Tær tilbiðja sólina, sama ger hvar á sjónar-ringinum, ið hon rísur; og tá ið sólin er farin av vetrar-himni til at koma til sjóndar á summarhimni, duga tey at finna hana aftur. Onnur eru, ið bara tilbiðja tann blettin, har ið sólin reis, og tá ið hon í tign síni rísur eina aðra staðni, grunda tey framhaldandi uppi yvir tí bletti, har ið hon fyrr reis. Á! hesar menniskjur sleppa ikki at eiga uppi í teimum signingum, sum sólin sendir. Tey, sum av sonnum hámeta sólina, komast við hana tað sama, hvar ið hon so rísur, og venda í stundini andlitum sínum mótvegis glæmuni frá henni.

Vit mugu hámeta sólina sjálva og ikki bara tað staðið, har hon dagar undan. Somuleiðis tilbiðja menniskjur við upplýstum hjørtum sannleikan tað sama, hvar á sjónar-ringinum hann kemur fram. Tey eru ikki avmarkað av einstaklingseyðkennum, men tey fylgja sannleikanum, og tey duga at raka við hann tað sama, hvaðani hann kemur. Tað er hesin sami sannleiki, sum hjálpir manngóðskuni at mennast, sum veitir øllum skapningum lív, tí hann er lívsins træ!

Fyrsta meginregla Bahá'u'lláh er:
Leita eftir sannleikanum

Menniskjan má kvetta allar fordómar burtur av sær og burtur av tí, sum er komið burtur úr tí, sum hon sjálv hevur hugsað sær til, so at hon ótarnað fær leitað eftir sannleikanum. Sannleiki er hin sami í øllum gudsdyrkanum, og úr honum kann heimurin verða sameindur.

Øll fólkasløg hava felags grundtrúgv. Eftirsum hann er ein, kann sannleikin ikki verða býttur sundur, og munirnir, sum tykjast vera tjóðanna millum, standast bara av, at teir eru knýttir at fordómum. Um menni-skjurnar bara høvdu leitað fram til sannleikan, høvdu tær sæð, at tær vóru sameindar.

Onnur meginregla Bahá'u'lláh er:
Mannaættin sameind

Tann eini Gud, sum elskar alt, veitir allari mannaættini heilagu náði og gøðsku sína; hvør og ein er tænari hjá tí hægsta, og tokki, miskunn og inniliga góðvild hansara verða oyst oman yvir allar skapningar hansara. Glansurin frá mannaættini er tað, sum øll hava arvað.

Allar menniskjur eru bløð og frukt av sama træi, tær eru allar greinar av trænum hjá Ádam, tær eru allar av somu rót. Sama regn er oyst oman yvir tær, sama heita sólin hevur fingið tær at grógvið, sama lotið hevur linnað tær. Einastu munirnir, sum eru til, og sum gera, at tær ikki eru líka, eru hesir: har eru børnini, sum mugu vegleiðast, tey fákunnugu at læra, tey sjúku at vera um og lekja; soleiðis sigi eg, at øll mannaættin er sveipað inn í Guds miskunn og náði. Sum halgabók sigur okkum: Allar menniskjur eru eins fyri Gudi. Líka leggur hann í einstaklingar.

Triðja meginregla Bahá'u'lláh er:
Trúgv átti at elvt til kærleika og alsk

Trúgv átti at sameint øll hjørtu og elvt til, at kríggj og ósemjur hvurvu av jarðarskorpuni, kveikt í tað andaliga og ført lív og ljós inn í hvørt hjarta. Um átrúnaður verður atvold til agg, hatur og spjaðing, var betri, hann ikki var, og at sleppa sovorðnari trúgv hevði sanniliga verið átrúnaðarlig gerð. Tí tað er týðiligt, at endamálið við einum heilivági er at lekja; men ger heilivágurin bara verri, man vera frægari ikki at nýta hann. Átrúnaður, sum ikki elvir til kærleika og samljóð, er ikki átrúnaður. Allir teir heilagu profetarnir vóru sum sálarlæknar; teir vístu á, hvussu menniskjan kundi lekjast; sostatt kemur eingin heilivágur, sum elvir til sjúku, frá tí stóra og hægsta læknanum.

Fjórða meginregla Bahá'u'lláh er:
Átrúnaður og vísindi sameind

Vit kunnu hugsa okkum vísindi sum annan veingin og átrúnaðin sum hin; einum fugli tørvar tveir veingir, skal hann flúgva, bara ein hevði verið nyttuleysur. Allur átrúnaður, sum andøvir ímóti vísindum, ella sum mælir ímóti teimum, er bara fávitska - tí fávitska er tað øvugta av vitan.

Átrúnaður, sum ikki er annað enn halgisiðir og fordómshátíðarhald, er ikki sannleikin. Latið okkum av álvara stremba fram ímóti at verða tey tól, sum sameina trúgv og vísindi.

'Alí, versonur Muhammad, segði: 'Tað, sum er í sam-svar við vísindi, er eisini í samsvar við trúgv.' Átrúnaður átti ikki at góðtikið nakað av tí, sum mannavitið ikki er ført fyri at skilja. Átrúnaður og vísindi ganga hond í hond, og allur átrúnaður, sum avsannar vísindi, er ikki sannleikin.

Fimta meginregla Bahá'u'lláh er:
Fordómar innan átrúnað, ætt ella trúarbólk forkoma grundini undir mannakærleika

Allur tvídráttur í heiminum, hatur, kríggj og stórt mannfall, stendst av einum ella fleiri av hesum fordómunum.

Vit mugu skoða allan heimin sum eitt einasta land, allar tjóðirnar sum eina tjóð, meta allar menniskjur vera av somu ætt. Trúgv, fólkasløg og tjóðir eru bara mannaskaptar spjaðingar, og tað er bara í mannahuganum, at hetta eru neyðug fyribrigdi; fyri Gudi eru hvørki persarar, arábar, fransar ella eingilskmenn; Gud er Gud fyri øllum, og fyri honum er alt skapanarverkið eitt. Vit mugu vera Gudi lýðin og kýta okkum at fylgja honum soleiðis, at vit ganga frá øllum fordómum okkara og skapa frið á jørð.

Sætta meginregla Bahá'u'lláh er:
Sama tilverugrundarlag

Hvør menniskja hevur rætt at liva; tær hava rætt til hvíld og til ávísa vælveru. Eins og ríkur maður kann liva í prýðiligu húsum sínum umgyrdur av marglæti og mestu vælveru, soleiðis átti tann fátæki maðurin at sloppið at havt tað, sum honum tørvar í lívinum. Eingin átti at doyð í hungri; øll áttu at havt nóg mikið av klæðum; ein maður átti ikki at livað í óhógv, meðan ein annar ikki eigur sýru í vegg.

Latið okkum royna alt tað, sum vit orka, at fáa betri viðurskifti í lag, so at ikki ein sál skal vera stødd í neyð.

Sjeynda meginregla Bahá'u'lláh er:
Mannajavnrættindi - javnrættindi fyri lógini

Lógin má valda og ikki hvør menniskja sær; soleiðis verður heimurin eitt vakurt stað, og satt brøðralag verður veruleiki. Tá ið menniskjan er farin at halda saman, hevur hon funnið sannleikan.

Áttanda meginregla Bahá'u'lláh er:
Heimsfriður

Fólkini og stjórnirnar í øllum tjóðum fara at velja ein dómstól, sum skal vera hægstur, har ið limir úr hvørjum landi og hvørjari stjórn skulu savnast í felag. Allar ósemjur skulu leggjast fyri henda rætt, tí endamál hansara er at forða fyri kríggi.

Níggjunda meginregla Bahá'u'lláh er:
At átrúnaður ikki eigur at lata politiskar spurningar nerta seg Átrúnaður viðvíkur tí sálarliga, politikkur tí tímiliga. Átrúnaður má arbeiða við hugaheiminum, meðan arbeiðsøkið hjá politikki liggur í tí heiminum, sum snýr seg um útvortis viðurskifti. Arbeiðið hjá prestastættini er at læra fólk, vegleiða tey, veita teimum góð ráð og frálæru, so at tey kunnu mennast andaliga. Hon hevur einki við politiskar spurningar at gera.

Tíggjunda meginregla Bahá'u'lláh er:
Kvinnuútbúgving

Kvinnur hava somu rættindi á jørð sum menn; í átrúnaði og í samfelagnum eru tær ógvuliga týdning-armiklar. So leingi sum kvinnur ikki sleppa at koma til hægstu møguleikar sínar, so leingi fara menn ikki at vera førir fyri at koma til tann stórleikan, sum kundi verið teirra.

Ellinta meginregla Bahá'u'lláh er:
Vald heilaga andans, sum einsamalt ger, at vit kunnu mennast andaliga

Andalig menning kann bara fara fram sum íblástur frá heilaga andanum. Sama ger, hvussu tilfeingisheimurin mennist, sama ger, hvussu fínt hann pyntar seg, hann fær ongantíð verið annað enn lívleysur kroppur, er eingin sál í honum, tí tað er sálin, sum fær lív í kroppin; kroppurin sjálvur hevur einki serligt upp á seg. Fekk hann ikki lut í signingum heilaga andans, hevði tilfeingisligi kroppurin verið óvirkin.

Her eru, ógvuliga stutt lýstar, nakrar av meginreglum Bahá'u'lláh.

Stutt sagt, tað liggur á okkum øllum at vera góð við sannleikan. Latið okkum sóknast eftir honum alt árið og í øllum londum og vara okkum fyri ongantíð at knýta okkum at persónmenskum. Latið okkum síggja ljósið, hvar ið tað so skínur, og gævi at vit vera før fyri at kenna sannleiksljósið aftur, hvar ið tað so fer at rísa. Latið okkum mitt í tornunum, sum eru uttan um rósuna, draga angan frá henni niður í okkum; latið okkum úr øllum reinum keldum drekka tað rennandi vatnið.

Síðani eg kom til París, hevur tað glett meg ómátaliga nógv at hitta tílíkar Parísbúgvar sum tykkum, tí Gud havi lov, tit eru gløgg, hava ongar fordómar og tykkum leingist eftir at kenna sannleikan. Í hjørtum tykkara býr manna-kærleiki, og so nógv, sum tit megna, kýta tit tykkum í vælgerðararbeiði og til tess at fremja samljóð; serliga hetta er tað, sum Bahá'u'lláh vildi.

Hetta er tí, eg eri so glaður um at vera tykkara millum, og eg biði fyri tykkum, at tit kanska fara at taka ímóti Guds signingum, og at tað kanska fara at vera tit, sum fara at spjaða tað andaliga út um alt hetta landið.

Tit hava longu framúr tilfeingisliga siðmenning, og somuleiðis fer tykkum at ognast andaliga siðmenning.

Monsieur Bleck takkaði 'Abdu'l-Bahá, og hann sva-raði:

'Eg eri ógvuliga takksamur fyri tey vinaligu sjónar-miðini, sum tygum júst hava havt fyri munni. Eg vóni, at hesar báðar rørslurnar skjótt fara at verða spjaddar um alla jørðina. Tá fer samljóð mannaættarinnar at hava sett tjald sítt upp miðskeiðis í heiminum.'

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world