www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Annar partur
41. Fyrsta meginreglan - leita eftir sannleikanum.
Avenue de Camoëns, París    
hin 10. november    

Fyrsta meginreglan í Bahá'í-læruni er:
Leita eftir sannleikanum

Um ein menniskja ætlar, at tað skal eydnast henni at leita eftir sannleikanum, má hon fyrst av øllum lata eyguni aftur fyri allari vanabundnari, gamlari pátrúgv.

Gýðingarnir hava vanliga pátrúgv, ikki er frítt fyri, at buddistarnir og zoroastriararnir hava nakað av henni, tey kristnu somuleiðis! Allar trúgvir eru spakuliga farnar at vera tengdar at siðum og trúarsetningum.

Allar meta seg sjálvar vera ávikavist einastu verjuna hjá sannleikanum og allar aðrar trúgvir settar saman av mistøkum. Tær hava rætt, allar hinar fara skeivar! Gýðingarnir halda seg vera teir einastu, sum eiga sann-leikan, og døma øll onnur trúarfeløg. Tey kristnu standa fast við, at teirra trúgv er tann einasta rætta, at allar hinar eru rangar. Somuleiðis buddistarnir og muslimarnir; øll seta sær mørk. Um øll fordøma hvør annan, hvar skulu vit tá leita eftir sannleikanum? Tá ið alt mælir ímóti hvør øðrum, kann alt ikki vera satt. Um hvør í sínum lagi heldur sína serligu trúgv vera ta einastu sonnu, vendir hann blinda eygað ímóti sannleikanum í hinum. Um ein gýðingur til dømis noyðist at gera, sum ytra manna-gongdin hjá Ísraelstrúnni býður honum, loyvir hann ikki sær sjálvum at skilja, at sannleikin kann vera til í onkrari aðrari trúgv; hann má allur rúmast í hansara egnu!

Tí áttu vit at loyst okkum frá ytru átrúnaðarligu for-munum og mátunum. Vit mugu skilja, at hesir formar og henda mannagongd, sama ger, hvussu vøkur tey eru, kortini ikki eru annað enn pløgg, sum klæða heita hjarta og livandi limir guddómliga sannleikans. Vit mugu sleppa siðvenjufordómunum, ætla vit, at tað skal eydnast okkum at finna sannleikan innast í øllum trúgvum. Um ein zoro-astriari trýr, at sólin er Gud, hvussu kann hann tá sam-einast við aðrar trúgvir? Um skurðgudadyrkarar trúgva upp á sínar ymisku skurðgudar, hvussu fáast teir tá at skilja Guds samljóð?

Tí er týðiligt, at skulu vit taka okkum fram, tá ið vit fara at leita eftir sannleikanum, mugu vit sleppa pátrúnni. Um øll tey, sum leita, høvdu fylgt hesi meginreglu, høvdu tey sæð týðiliga mynd av sannleikanum.

Um fimm fólk hittast at leita eftir sannleika, mugu tey fyrst av øllum loysa seg frá øllum sínum egnu serligu viðurskiftum og havna øllum teimum hugsanunum, sum tey høvdu frammanundan. Ætla vit at finna sannleika, mugu vit sleppa fordómum okkara, okkara egnu grunnu hugsan; opið sinni, ið vil taka ímóti, er umráðandi. Um kalikur okkara er fullur av okkum sjálvum, er einki rúm í honum til lívsins vatn. Tað, at vit halda, at vit hava rætt, og at øll onnur fara skeiv, er størsta forðingin á tí gøtuni, sum førir fram ímoti sameining, og sameining er neyðug, ætla vit at røkka at sannleikanum, tí sannleikin er ein.

Tí slepst ikki undan, at vit havna okkara serligu for-dómum og pátrugv, um vit av sonnum ynskja at leita eftir sannleikanum. Uttan so, at vit í huga okkara skilja ímillum trúarsetning, pátrúgv og fordómar øðrumegin og sannleika hinumegin, fer ikki at eydnast okkum at finna hann. Tá ið vit av sonnum leita eftir onkrum, leita vit eftir tí allastaðni. Hesi meginreglu mugu vit fylgja, tá ið vit leita eftir sannleika.

Vísindi mugu viðurkennast. Eingin sannleiki kann mótprógva einum øðrum sannleika. Ljós er gott, sama ger hvørjari lampu tað lýsir í! Ein rósa er vøkur, sama ger í hvørjum urtagarði hon blómar! Ein stjørna glógvar eins bjart úr eystri og úr vestri. Verið leys av fordómum, tá fara tit at elska sannleikssólina, sama ger hvaðani á sjónarringinum hon man rísa! Tit fara at skilja, at um tað heilaga sannleiksljósið skein í Jesus Kristusi, tá skein tað eisini í Móses og í Buddha. Tann, ið leitar inniliga, fer at koma til henda sannleika. Hetta er tað, sum 'at leita eftir sannleikanum' merkir.

Tað merkir eisini, at vit mugu játta at rudda alt tað burtur, sum vit hava lært frammanundan, alt tað, sum hevði tarnað fótafetum okkara á vegnum til sannleikan; um so er, at tað er neyðugt, mugu vit ikki royna at sleppa okkum undan at fara undir frálæru okkara aftur úr enda í annan. Vit mugu ikki lata kærleika okkara til nakra trúgv ella nakran persón blinda eygu okkara, so vit verða fjøtrað av pátrúgv! Tá ið vit eru leys av øllum hesum bondum og leita við frælsum huga, tá fara vit at vera før fyri at koma at máli okkara.

'Leitið eftir sannleikanum, sannleikin fer at fría tykkum.' Soleiðis eiga vit at síggja sannleikan í øllum átrú-naði, tí sannleiki er alt, og sannleiki er ein!

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world