www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Annar partur
42. Onnur meginreglan - mannaættin sameind.
Hin 11. november    

Í gjár røddi eg um fyrstu meginregluna í læru Bahá'u'lláh, 'Leita eftir sannleikanum'; um hvussu tað er neyðugt, at mennniskjan skúgvar til viks alt, sum hevur við pátrúgv at gera, og allar siðir, sum høvdu havt við sær, at eygu hennara vórðu blind og ikki sóu, at sannleikin er í øllum átrúnaði. Hon má ikki, meðan hon elskar og krøkir seg í eitt trúarsnið, loyva sær at hava andstygd fyri øllum øðrum. Tað er av størsta týdningi, at hon leitar eftir sann-leika í øllum gudsdyrkanum, og, um hon leitar av álvara, tá fer tað vissuliga at eydnast henni.

Nú, tað, sum vit fyrst varnast, tá ið vit 'leita eftir sannleika', fer at føra okkum til aðru meginregluna, sum er 'Mannaættin sameind'. Allar menniskjur eru tænarar hjá tí eina Gudinum. Ein Gudur stýrir øllum heimsins tjóðum og frøist um øll síni børn. Allar menniskjur eru ein familja; krúnan á mannaættini hvílir á høvdinum á hvørjari menniskju.

Í skaparans eygum eru øll børn hansara líka; tokki hansara verður oystur oman yvir øll. Einki dámar honum hesa tjóðina betur enn hasa tjóðina , øll somul eru hansara skapningar. Tá ið hetta nú er so, hví skulu vit tá skapa spjaðing og skilja eitt ættarslag frá einum øðrum? Hví skulu vit skapa byrgingar av pátrúgv og siðvenju, sum elva til ósemju og hatur manna millum?

Einasti munurin millum limir í mannafamiljuni er munurin í stigum. Nøkur eru eins og børn, sum eru óvitandi, og tey mugu verða lærd, til tey verða búgvin. Nøkur eru eins og tey sjúku og mugu verða viðfarin eym-liga og við umsorgan. Eingin er ljótur ella óndur! Vit mugu ikki lata hesi neyðar børn reka okkum aftur. Vit mugu fara ógvuliga væl við teimum, læra tey óvitandi og fjálga vinaliga um tey sjúku.

Gevið gætur: Eind krevst, skulu vit vera til. Kærleiki er sjálv atvoldin til lív: hin vegin hevur skilnaður deyðan við sær. Í tilfeingisheiminum til dømis er tað eindin, sum ger, at teir ymisku lutirnir kunnu vera livandi. Frumevni, sum viður, steinsløg ella grót eru úr, verða hildin saman av atdráttarmegini. Um henda lóg helt uppat at virka eitt lítið bil, høvdu hesi frumevni ikki verið heft saman, tey høvdu dottið sundur, og luturin við tí serliga sniði hevði hildið uppat við at verið til. Atdráttarmegin hevur fingið ymisk frumevni saman í tí sniði, sum henda vakra blóman hevur, men tá ið tann atdráttarmegin verður tikin burtur úr miðjuni á henni, hevði blóman losnað sundur, og sum blóma hevði hon hildið uppat við at verið til.

Soleiðis er við tí stóra hópinum, sum mannaættin er. Undursama atdráttarmegin, samljóð og eind halda hesum frálíka skapanarverki saman.

Sum við heildini, so við staklutunum; um tað er ein blóma ella ein mannakroppur, tá ið atdráttarmegin verður tikin, doyr blóman ella menniskjan. Tí er týðiligt, at atdráttur, samljóð, eind og kærleiki eru tað, sum elvir til lív, meðan andstygd, misljóð, hatur og skilnaður hava deyða við sær.

Vit hava sæð, at líka mikið hvat ið skilir sundur í heiminum, so hevur tað deyða við sær. Soleiðis virkar sama lóg í andans heimi.

Tí átti hvør tann, sum tænir tí eina Gudi, at verið kærleikslógini lýðin, sloppið sær undan øllum hatri, misljóði og klandri. Hyggja vit at náttúruni, síggja vit, at tey spakaru dýrini leita saman í bólk og halda til í gongum og fylgjum, meðan tey villu, glúpsku kríatúrini, so sum ljónið, tikarin og úlvurin, liva í villum skógum, burtur frá siðmenning. Tveir úlvar, ella tvey ljón liva kanska saman í sátt og semju; men lomb í túsundatali kunnu vera í somu rætt, og hjørtir í stórum tali kunnu vera í sama fylgi. Tvær ørnir kunnu dvølja á sama staði, men túsund dúvur kunnu savnast í einum bústaði.

Menniskjan átti í minsta lagi at verið tald ímillum tey spakaru dýrini; men tá ið hon verður glúpsk, verður hon miskunnarleysari og óndari enn tann ráasti av djóra-skapningunum!

Nú hevur Bahá'u'lláh boðað frá 'Heimssameining av mannaættini'. Øll fólkasløg og allar tjóðir eru ein familja, børn undan einum pápa, og áttu at farið við hvør øðrum sum brøður og systrar! Eg vóni, at tit í lívi tykkara fara at royna at lata hesa læru koma til sjóndar og spjaða hana.

Bahá'u'lláh segði, at vit skulu elska sjálvt fíggindar okkara og bera okkum at sum vinir ímóti teimum. Um allar menniskjur gjørdu, sum henda meginregla býður, hevði størsta eind og gløggskygni verið stovnsett í hjørtum mannaættarinnar.

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world