www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Annar partur
44. Fjórða meginreglan - at góðtaka sambandið millum átrúnað og vísindi.
Avenue de Camoëns, París,    
hin 12. november    

'Abdu'l-Bahá segði: Eg havi røtt fyri tykkum um nakrar av meginreglum Bahá'u'lláh: At leita eftir sannleika og Mannaættin sameind. Eg fari nú at greiða frá fjórðu meginregluni, sum er At góðtaka sambandið millum átrúnað og vísindi.

Veruligur átrúnaður avsannar ikki vísindi. Um trúgv mælir ímóti vísindum, verður hon ikki annað enn pátrúgv: tað, sum er beint tvørturímóti kunnleika, er fákunna.

Hvussu kann ein menniskja trúgva, at tað, sum vísindini hava prógvað, er ógjørligt, er sannroynd? Um hon trýr hóast skilið hjá sær, er tað heldur fákunnug pátrúgv enn átrúnaðarlig sannføring. Allar sannar trúar-meginreglur eru í samsvari við vísindaliga læru.

Guds eind er skilvís, og hetta hugskot er ikki í and-støðu við tann úrskurð, sum vísindaligar granskingar eru komnar til.

Allar gudsdyrkanir læra frá sær, at vit mugu vera hásinnað, falsleys, sonn, lóglýðin og reiðilig; alt hetta er skilagott og skilvíst einasta gongda leið, skal mannaættin mennast. Allar átrúnaðarligar lógir eru í samsvari við skil og lagaðar teimum, sum tær eru ætlaðar til, og teirri øld, har ið tær eiga at verða lýddar.

Átrúnaður hevur tveir høvuðspartar:

1) Tann andaliga
2) Tann, sum verður framdur í verki

Tann andaligi parturin broytist ongantíð. Allar opinberingarnar frá Gudi og profetum hansara hava lært frá sær somu sannleikar og veitt somu andaligu lóg. Teir læra allir frá sær um ta einu siðalagslógina. Sannleikin skiftist ikki sundur. Sólin hevur sent nógvar geislar út at upplýsa mannavitið við, ljósið er altíð tað sama.

Tann parturin av átrúnaði, sum verður framdur í verki, hevur við útvortis snið og halgisiðir at gera og við ymisk sløg av revsingum fyri serlig misbrot. Hetta er tann part-urin, sum verður framdur í verki, og sum leiðir fólksins siðir og medferð.

Á døgum Mósesar vóru tíggju brotsverk, sum deyðadómur var fyri. Tá ið Kristus kom, var hetta broytt; tann gamla grundreglan 'eyga fyri eyga og tonn fyri tonn' var broytt til 'Elska fíggindar tínar, ger teimum væl, sum hata teg', tí tann miskunnarleysa, gamla lógin var broytt til eina milda, várkunnandi kærleikslóg!

Fyrr í tíðini var revsingin fyri stuldur, at høgra hond á tjóvinum varð kvett av; á okkara døgum hevði henda lóg ikki kunnað verið brúkt soleiðis. Í hesi øld sleppur maður, ið bannar faðir sín, at liva, fyrr hevði hann verið avrættaður. Tí er týðiligt, at meðan andaliga lógin ongantíð broytist, mugu tær lógirnar, sum verða framdar í verki, skifta nýtslu eftir tí, sum tíðin krevur. Andaligi trúarbúnin er tann størri, tann týdningarmiklari av teimum báðum, og soleiðis fer altíð at vera, hann fer ongantíð at broytast! Hann verður tann sami í gjár, í dag og allar dagar! 'Sum tað var í byrjanini, er nú og fer altíð at vera.'

Nú, allir siðalagsspurningar í tí andaligu, óbroytiligu lógini hjá øllum átrúnaði eru skilvíst rættir. Um átrúnaður var beint tvørturímóti skilvísum skynsemi, tá hevði hann hildið uppat við at verið átrúnaður og bara verið siðvenja. Átrúnaður og vísindi eru teir báðir veingirnir, sum mannavitið kann flúgva á høgt upp, sum mannasálin kann mennast við. Ikki ber til at flúgva, hevur tú bara ein vong! Um maður hevði roynt at flogið bara við átrúnaðarliga veinginum, hevði hann skjótt dottið niður í ta mýruna, sum er pátrúgv, meðan hann hinvegin bara við vísinda-veinginum heldur ikki hevði komið vegin fram, men dottið niður í tilfeingisrunudíkið. Allur átrúnaður í dag er fallin til mannagongdir, ið hava pátrúgv, sum hvørki eru í samljóði við tær sonnu meginreglurnar, sum teir umboða, ella við tær vísindaligu avdúkingarnar, sum eru uppi í tíðini. Nógvir átrúnaðarligir leiðarar eru smátt um smátt farnir at halda, at týdningurin hjá gudsdyrkan liggur mest í tí at halda eitt savn av serligum trúarsetningum og frem-ja halgisiðir og hátíðarhald! Tey, hvørs sálir teir siga seg lekja, verða lærd at halda tað sama, og hesi krøkja seg treiskliga í útvortis sniðini, tí tey blanda tey við innara sannleikan.

Nú, hesir formar og kirkjusiðir eru ólíkir, tað veldst um, hvørjar kirkjurnar, og hvørjir teir ymisku trúar-bólkarnir eru, og teir andøva enntá ímóti hvør øðrum; hetta elvir til ósemju, klandur og split. Endin av allari hesari trætu er, at nógvir mentamenn trúgva, at átrúnaður og vísindi eru ósambærilig tiltøk, at átrúnaði tørvar einki tankavirksemi, og at hann átti als ikki at verið stýrdur av vísindum, men at bæði noyðast at vera ímóti hvør øðrum. Vanlukkuavleiðingin av hesum er, at vísindi eru rikin burtur frá átrúnaði, og átrúnaður er bara vorðin blindur og meiri og minni dølskur fylgisneyti hjá teimum fyriskip-anum hjá ávísum átrúnaðarligum lærarum, sum halda uppá, at teirra yndistrúarsetningar skulu góðtakast, sjálvt tá ið teir eru beint tvørturímóti vísindum. Hetta er býttis-ligt, tí tað er heilt týðiligt, at vísind er ljósið, og við tað, at tað er so, mælir átrúnaður, sum av sonnum nevnist átrú-naður, ikki ímóti vitan.

Vit kenna máliskurnar 'Ljós og myrkur', 'Átrúnaður og vísind'. Men átrúnaður, sum ikki gongur hond í hond við vísind, liggur sjálvur í tí myrkrinum, har ið pátrúgv og fákunna valda.

Stórur partur av heimsins misljóði og syndran stendst av hesi manngjørdu mótstøðu og andsøgn. Um átrúnaður hevði verið í samljóði við vísind, og tey gingu saman, hevði nógv av tí hatri og beiskleika, sum nú ber manna-ættini líðing, verið komin at enda.

Havið í huga, hvat ið tað er, sum ger, at menniskjan skarar framúr millum skapningarnar, og at hon líkist burturúr. Er tað ikki gávur hennara at hugsa, vit hennara? Skal hon ikki nýta tað, tá ið hon granskar átrúnað? Eg sigi tykkum: vigið gjølla javnvágina millum átrúnað og vísind í øllum tí, sum verður borið fram fyri tykkum sum átrúnaður. Um hann klárar hesa roynd, góðtak hann tá, tí tað er sannleikin! Men um hann ikki lagar seg soleiðis, vísið hann tá frá tykkum, tí hann er fákunna!

Hyggið uttan um tykkum, tá síggja tit, hvussu heim-urin í dag druknar í pátrúgv og útvortis siðum!

Nøkur tilbiðja nakað, sum teirra egni hugur hevur framleitt: tey gera sær sjálvum ein hugsaðan Gud og hámeta henda, tá ið tað, sum avmarkaði hugur teirra hevur skapað, ikki fær verið markleysi, stóri skaparin hjá øllum, ið sæst og ikki sæst! Onnur tilbiðja sólina ella trø, eisini steinar! Í fyrndini vóru fólk, sum hámettu havið, skýggini og enntá leir!

Í dag eru menniskjuni smátt um smátt farin at vera so inniliga knýtt at útvortis sniði og hátíðarhaldi, at tær trætast um henda kirkjusið ella hasa serligu mannagongd, til ein úr øllum ættum frættir um møðsamar trætur og misnøgd. Einstaklingar eru, sum ikki eru so væl til vit, og gávur teirra at ætla um eru ikki mentar, men ikki má nakar ivi vera um styrkina og máttin í átrúnaði, bara tí hesi fólk ikki eru før fyri at skilja.

Eitt lítið barn dugir ikki at fata tær lógirnar, sum stýra náttúruni, men hetta kemur av tí, at tað barnið er ikki vitkað; tá ið tað er vorðið eldri og er skúlað, fer tað eisini at skilja ævigu sannleikarnar. Eitt barn skilir ikki ta sann-roynd, at jørðin melur uttan um sólina, men, tá ið tað er vitkað, er sannroyndin tí klár og einføld.

Tað er ógjørligt hjá átrúnaði at vera beint tvørturímóti vísindum, hóast gávurnar hjá nøkrum eru ov veikar ella óbúnar til at skilja veruleikan.

Gud skapti átrúnað og vísindi so at siga til at mála gløggskygni okkara. Gevið gætur, at tit ikki lata so undur-saman mátt liggja á láni. Vigið alt á hesi vekt.

Honum, sum hevur mátt til at skilja, er átrúnaður sum opin bók, men hvussu fær tað verið gjørligt hjá manni, sum ikki eigur part í viti og skili, at fata Guds heilagu veruleikar?

Latið alla trúgv tykkara vera í samljóði við vísind; eingin mótstøða fær verið, tí sannleiki er eitt. Tá ið átrún-aður, leysur av pátrúgv, siðum og skilaleysum trúar-setningum, sýnir samsvar sítt við vísind, tá fer at vera stórur, reinsandi máttur í heiminum, sum fer at sópa fyri sær alt kríggj, allar ósemjur, allan tvídrátt og allan bar-daga - og tá fer mannaættin at verða sameind í kærleiks-mátti Guds.

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world