 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 45. | Fimta meginreglan - hvussu sleppast kann undan fordómum. |
Avenue de Camoëns 4, París
hin 13. november
Allur fordómur, hann vendi sær ímóti átrúnaði, ættarsløgum, politikki ella tjóðum, má verða rikin burtur, tí hesir fordómar hava elvt til, at heimurin er sjúkur. Hetta er ring sjúka, sum, verður hon ikki steðgað, kann forkoma allari mannaættini. Hvørt oyðandi kríggj við tí ræðuliga mannfalli og líðingum, sum tað hevur við sær, er íkomið vegna onkran av hesum fordómum.
Syndarligu kríggini, sum herja í hesum døgum, eru íkomin, tí trongskygt átrúnaðarligt hatur hevur fingið eitt fólk at hata eitt annað, ella av fordómum ímóti ættarsløgum ella liti.
Fyrr enn allar hesar byrgingar, sum eru gjørdar burtur úr fordómum, eru sópaðar burtur, fer ikki at bera manna-ættini til at fáa frið. Tí hevur Bahá'u'lláh sagt, 'Hesir for-dómar forkoma mannaættini.'
Hyggið fyrst at átrúnaðarliga fordóminum: havið tær tjóðirnar í huga, hvørs fólk rópa seg átrúnaðarlig; um tey av sonnum tilbóðu Gud, høvdu tey verið lóg hansara lýðin, sum bannar teimum at drepa hvønnannan.
Um átrúnaðarligir prestar veruliga hámettu kærleiks-gudin og tæntu tí heilaga ljósinum, høvdu teir lært fólkið hjá sær at halda høvuðsboðið, 'At elska menniskju og várkunna teimum'. Men vit finna tað øvuta, tí ofta eru tað prestarnir, sum eggja tjóðunum til bardaga. Átrú-naðarligt hatur er altíð tað ræðuligasta!
Allur átrúnaður lærir, at vit áttu at elskað hvønn-annan; at vit áttu at leitað eftir okkara egnu brekum, áðrenn vit ditta okkum til at døma skeivleikarnar hjá øðrum, at vit mugu ikki meta okkum sjálv hægri enn grannar okkara! Vit mugu ansa eftir, at vit ikki lovprísa okkum sjálv, so at vit ikki fara at verða eyðmýkt.
Hvørji eru vit, at vit skuldu dømt? Hvussu skulu vit vita hvør, í Guds ásjón, er reiðiligasta menniskjan? Guds hugsanir eru ikki sum okkara hugsanir! Hvussu nógvar menniskjur, sum hava tókst vinum sínum nærum halgi-menni, eru ikki falnar niður í djúpastu eyðmýkt. Hugsið um Judas Iskarjot; hann byrjaði væl, men minnist til, hvussu hann endaði! Hin vegin var Paulus apostulin tíðliga í lívinum fíggindi Kristusar, meðan hann seinni varð trúgvasti tænari hansara. Hvussu kunnu vit tá smikra okkum sjálv og halda hánt um onnur?
Latið okkum tí vera eyðmjúk, uttan fordómar, velja tað góða hjá øðrum fram um okkara egna! Latið okkum ongantíð siga, 'Eg eri trúgvandi, men hann er heidnin-gur', 'Eg eri tætt hjá Gudi, meðan hann er eitt útskot'. Vit vita ongantíð, hvør endaligi dómurin verður! Latið okkum tí hjálpa øllum, sum tørva nakað slag av stuðuli.
Latið okkum undirvísa tí óvitandi og vera um tað lítla barnið, til tað verður tilkomið. Tá ið vit koma fram á fólk, sum er dottið niður í vónloysis- ella syndadýpið, mugu vit vera góð við tað, taka í hondina á tí, hjálpa tí aftur á føtur, at styrkna aftur; við kærleika og vinsemi mugu vit vegleiða tað, fara við tí sum við einum vini, ikki sum einum fígginda.
Einki heimilar okkum at meta nakran av meddeyðiligu okkara sum óndan.
Hyggið at fordóminum ímóti ættarsløgum: hann er gykl, rætt og slætt pátrúgv! Tí Gud skapti okkum øll av einari ætt. Í fyrstani vóru eingir munir, tí vit eru øll eftir-komarar Ádams. Í fyrstani vóru heldur eingi mørk ella forðingar millum tey ymisku londini; einki fólk átti nakran part av jørðini meiri enn nakað annað. Fyri Guds ásjón er eingin munur á teimum ymisku ættarsløgunum. Hví skuldi menniskjan finna upp á ein sovorðnan for-dóm? Hvussu kunnu vit verja kríggj, sum er íkomið av berum gykli?
Gud hevur ikki skapað menniskjuna til, at tær skulu týna hvøraðra. Øll ættarsløg, allir ættbólkar, trúarbólkar og flokkar eiga sama part av gávumildni himmalska fað-irs teirra.
Einasti munurin er, hvussu stórt trúfesti er, hvussu stórt lýdni mótvegis Guds lógum er. Nøkur eru, ið eru sum tendraðir kyndlar, onnur, sum skína eins og stjørnur á mannahimmalinum. Tey, sum elska mannaættina, tað eru tær menniskjurnar, sum eru av tí hægsta slagnum, sama ger hvørja tjóð, hvørja trúgv ella hvønn lit, tær hoyra til. Tí tær eru tað, sum Gud fer at siga hesi signaðu orð við, 'Óført, góðu og trúfastu tænarar mínir'. Tann dagin fer hann ikki at spyrja, 'Ert tú eingilsk, fronsk ella kanska persisk? Kemur tú eystan- ella vestanífrá?'
Einasta býtið, sum er veruligt, er hetta: Himmalskar menniskjur og verðsligar menniskjur; tey, sum ósjálvsøkin tæna mannaættini í kærleika hins hægsta, og sum veita friðsemi og samhuga, læra frá sær um frið og góðvild mótvegis menniskjum. Hin vegin eru tær sjálvsøknu menniskjurnar, sum hata brøður sínar. Í hjørtu teirra er fordómur komin í staðin fyri eyman tokka, og har, ið tær gera um seg, ala tær fram tvídrátt og klandur.
Av hvørjum ættarslagi ella av hvørjum liti eru hesi bæði mannabýti, av tí hvíta, av tí gula, av tí svarta, koma tey eystanífrá ella vestanífrá, norðanífrá ella sunnanífrá? Um hetta er býti Guds, hví skulu vit tá finna upp á onnur? Politiskur fordómur er eins skaðiligur, hann er ein tann størsta orsøkin til beiskt eljustríð millum mannabørnini. Nøkur fólk eru, sum finna stuttleika í at elva trætu, sum alla somlu tíðina royna at eggja sínum landi til at fara í bardaga við aðrar tjóðir - og hví? Tær ætla at gagna sínum egna landi, og øll onnur mugu svíða fyri tað. Tær senda herlið at herja og týna landið, so at tær verða heimsgitnar, til tann stuttleika tað er at sigra. So at tað fer at verða sagt: 'Hetta landið hevur sigrað á einum øðrum og lagt tað undir okið á tí sterkara, hægra yvirræðinum'. Hesin sigur, sum hevur kostað stórt mannfall, fer ikki at halda! Ein penan dag fer tann hertikni at vinna á sigurs-vinnaranum; og tey, sum sigur varð vunnin á, fara at vera sigurharrar! Minnist til søguna frá fyrr: sigraði ikki Frak-land á Týsklandi meiri enn eina ferð - vann ikki týska tjóðin á Fraklandi?
Vit hoyra eisini, at Frakland vann á Onglandi; so sigraði enska tjóðin á Fraklandi!
Hesar glæsiligu hertøkur eru so stokkutar! Hví leggja so stóran týdning í tær og tað orð, tær hava á sær, til at vilja hella fólksins blóð út til tess at fáa tær? Er nakar sigur verdur alt tað andstyggiliga, sum ikki slepst undan, at manndráp hevur við sær, sorg og sút og glatan, sum eiga at floyma út yvir so nógv heim í báðum tjóðunum? Tí tað ber ikki til bara hjá einum landi at líða.
Á! hví fer menniskjan, hetta ólýdna Guds barn, sum átti at verið dømi um, hvussu máttmikil andaliga lógin er, at venda ásjón sína frá tí heilagu læruni og leggja alla orku sína í týning og kríggj?
Vón mín er, at í hesi upplýstu øld fer tað heilaga kærleiksljósið at senda geislar sínar oman yvir allan heimin og leita fram tað, sum allar menniskjur eiga av vælviljaðum hjartans kunnleika; at ljósið frá sannleiks-sólini fer at fáa politikkarar at rista av sær alt tað, sum fordómar og pátrúgv halda uppá, og við frælsum huga fylgja Guds politikki: tí guddómligur politikkur er mátt-mikil, menniskjans er veikur! Gud hevur skapt allan heimin og gevur hvørjum skapningi guddómligu gávu sína.
Eru vit ikki Guds tænarar? Skulu vit lata vera við at fylgja døminum hjá meistara okkara og skúgva boð hansara til viks?
Eg biði til, at himnaríkið fer at koma á jørð, og at glampanin frá himmalsku sólini fer at reka alt myrkur burtur.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|