 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 46. | Sætta meginreglan - livihættir. |
Avenue de Camoëns 4, París
Ein tann týdningarmiklasta meginreglan í læru Bahá'u'lláh er:
Rætturin hjá hvørjari menniskju til dagliga breyðið, sum tey liva av, ella til, at tað, sum er at liva av, verður javnbýtt.
Umstøðurnar hjá fólki mugu skipast so, at fátækt hvørvur, at øll, so vítt sum til ber, skulu eiga part í vælveru og vælferð alt eftir tign og støðu teirra.
Okkara millum síggja vit øðrumegin menniskjur, sum eru undirdíktar í ríkidømi, og hinumegin tey vanlukku-ligu, sum sita á berum og doyggja í hungri; nøkur eiga fleiri prýðiligar borgir, og nøkur hava ikki so frægt sum eitt stað at hvíla høvur sítt. Vit síggja nøkur fáa sær fleiri dýrar og leskiligar rættir; meðan onnur valla finna nóg mikið av skorpum at ana av. Meðan nøkur eru klødd í floyal, feld og fínasta lín, ganga onnur í ússaligum, vána-ligum og tunnum pløggum at verja seg ímóti kulda.
Hesin standur er skeivur og má bøtast. Nú, varliga má farast fram, tá ið bøtast skal um standin. Tað gerst ikki við at samtykkja, at fullkomin javnstøða skal valda manna millum.
Javnstøða er kimera, heilaspuni! Hon fæst als ikki at virka! Sjálvt um vit høvdu vunnið javnstøðu, hevði hon ikki kunnað hildið fram - og um hon hevði kunnað verið til, hevði øll heimsskipanin farið fyri skeyti. Lógin um raðfylgju má altíð galda í mannaheiminum. Hesum hevur himinin skipað fyri, tá ið menniskjan varð skapað.
Nøkur eru á tremur av viti, onnur hava vanliga nøgd av tí, og uppaftur onnur eiga ikki part í viti. Í hesum trimum mannaflokkum er raðfylgja, men ikki javnstøða. Hvussu kunnu vit hugsa okkum, at vísdómur og býttleiki skuldu kunna verið tað sama? Sum eitt stórt herlið krevur mannaættin herhøvdingar, kapteynar, heryvirmenn á ymiskum stigum, og hermenn, hvør við sínum ásettu skyldum. Stig eru fullkomiliga neyðug, skal skil tryggjast í skipanini. Eitt herlið hevði ikki kunnað verið sett saman av berum herhøvdingum, ella av berum kapteynum, ella av ongum øðrum enn hermonnum við ongum at halda skil á. Tað er heilt vist, at ein tílík ætlan hevði endað við óskili og ólevnaði í øllum herliðnum.
Lycurgus, kongur og heimspekingur, legði stóra ætlan um, at tegnarnir í Sparta skuldu verða javnstaddir; sjálvs-offrandi og við skili var lagt frá landi við hesi roynd. So kallaði kongur tegnar sínar saman og fekk teir at svørja stóran eið, ið skuldi tryggja somu stjórnarskipan, um hann skuldi farið av landinum, eisini at einki skuldi fáa teir at broyta hana, til hann fór at koma aftur. Tá ið hann hevði tryggjað henda eið, fór hann úr kongsríki sínum Sparta og kom ongantíð aftur. Lycurgus slepti plássinum, gav frá sær høga sæti sítt og helt seg hava framt varandi gagn í landi sínum, tí hann hevði sæð til, at allar ognirnar í ríkinum vórðu javnt býttar og lívstreytirnar somuleiðis. Alt sjálvsoffur kongs var til fánýtis. Tann stóra royndin miseydnaðist. Tá ið ein tíð var umliðin, var alt farið; nágreiniliga upphugsaði bygnaður hansara varð til einkis.
Hvussu lítið tað nyttar at royna sovorðna skipan, og hvussu ógjørligt tað er at røkka javnstøðu í lívsviðurskift-unum, varð kunngjørt í tí forna kongsríkinum Sparta. Á okkara døgum høvdu allar sovorðnar royndir somuleiðis verið dømdar til at miseydnast.
Vissuliga, eftirsum nøkur eru øgiliga rík og onnur grøtiliga fátæk, er neyðugt við felagsskapi, sum kann hava eftirlit við og bøta um skilið. Týdningarmikið er at avmarka ríkidømi, eins og tað eisini er týdningarmikið at avmarka fátækt. Hvørki útmarkið er gott. At vera miðal-staddur man vera longst sum best. Um tað er rætt, at ein peningamaður eigur stórar ognir, er eins rættvíst, at verkamaður hansara átti at fingið nóg mikið at liva fyri.
Ein fíggjarmaður við øgiligum eyði átti ikki at verið til, meðan tætt við er fátækur maður í svárari neyð. Um vit síggja, at fátækt sleppur at koma til svølt, er tað vist merki um, at onkustaðni fara vit at finna harðræði. Í hesi søk mugu menniskjurnar ressast og ikki drála longur við at broyta viðurskifti, sum fyri stórt tal av fólki elva til gnaddandi fátækraneyð. Tey ríku mugu lata av yvirflóð síni, tey mugu mýkja hjørtu síni og ala fram samhugavit, sum gevur sær far um tey neyðardýrini, sum ikki hava nóg mikið at liva fyri.
Serligar lógir mugu smíðast, sum hava við hesi ytstu ríkidømis- og trotmørk at gera. Stjórnarlimirnir áttu at havt Guds lógir í huga, tá ið teir stinga út í kortið ætlanir, sum skulu stýra fólkinum. Vanlig mannarættindi mugu verjast og varðveitast.
Landastjórnirnar áttu at lagað seg eftir teimum heilagu lógunum, sum veita øllum javnrættindi. Hetta er einasta gongda leið, skal sleppast undan syndarligari yvirflóð, har ið ógvisligt ríkidømi er, og neyðarsligari, siðspillandi, eyð-mýkjandi fátækt. Ikki fyrr enn hetta er framt, verður gjørt, sum Guds lóg býður.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|