 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 47. | Sjeynda meginreglan - javnrættur. |
'Guds lógir leggja seg ikki út í vilja ella mátt ella gleði, men tær eru fastleiki, tá ið tað snýr seg um sann-leika, vit og rættvísi.'
Allar menniskjur eru líka fyri lógini, sum má ráða fullkomiliga.
Endamálið við revsing er ikki hevnd, men at forða fyri brotsverki.
Kongar mugu stýra við skili og rættvísi; prinsur, aðals-maður og bóndi, allir hava teir sama rætt til rættvísa viðferð, eingin má hava serlig framíhjárættindi. Ein dómari má ikki vera ein, ið sær stórt í serligum persónum, men í hvørjari sak, sum verður løgd fyri hann, eigur hann at umsita lógina uttan nakrantíð frammanundan at vera í parti við nøkrum.
Um ein persónur fremur brotsverk ímóti tær, hevur tú ongan rætt til at fyrigeva honum; men lógin má revsa hann, til tess at forða fyri at onnur fara at endurtaka ta somu brotsgerðina, tí pínan hjá tí einstaka er týdning-arleys sett upp ímóti tí, at fólk sum heild skulu hava tað gott.
Tá ið fullkomið rættvísi valdar í øllum londunum í eystur- og vesturheiminum, tá fer jørðin at verða eitt vakurt stað. Tign og javnrættur hjá hvørjum Guds tænara fara at verða viðurkend; fyrimyndarligur mannaættar-samhugi, satt brøðralag er fingið í lag; og glæsiliga ljósið frá sannleikssólini fer at upplýsa allar mannasálir.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|