 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 48. | Áttanda meginreglan - heimsfriður. |
Avenue de Camoëns 4, París
Fólkini og stjórnirnar í øllum tjóðum skulu seta á stovn ein hægstarætt, sum skal vera settur saman av limum, sum hvørt land og hvør stjórn hava valt. Limirnir í hesum stóra ráði skulu savnast í samljóði. Allar altjóðakendar ósemjur eiga at verða lagdar fyri hetta ráð, tí uppgáva tess er við gerðardómi at fáa skil á øllum, sum annars hevði elvt til kríggj. Kallið hjá hesum rætti hevði verið at forða fyri kríggi.
Eitt stórt stig fram ímóti heimsfriði hevði verið at stovnað eitt heimsmál. Bahá'u'lláh býður mannaættar-tænarunum at hittast og antin velja eitt mál, sum er til í dag, ella mynda eitt nýtt. Hetta var avdúkað í Kitáb-i-Aqdas fyri fjøruti árum síðani. Har verður víst á, at spurningurin um tungumálsmargfeldið er ikki lættur at fáast við. Meiri enn átta hundrað mál eru í heiminum, og eingin hevði verið førur fyri at lært seg øll.
Mannaættarsløgini eru ikki avbyrgd sum fyrr í tíðini. Nú, ætla vit at hava tætt samband við øll londini, mugu vit duga at tosa málið hjá teimum.
Eitt heimsmál hevði gjørt, at tað hevði borið til at havt samband við allar tjóðir. Soleiðis hevði bara verið neyðugt at dugað tvey mál, móðurmálið og heimsmálið. Tað seinna hevði gjørt, at menniskjan hevði verið før fyri at samskift við líka mikið hvørja aðra menniskju í heimi-num!
Eitt triðja mál hevði ikki verið neyðugt. At sloppið at tosað við onkran, sum hoyrdi til líka mikið hvat ættarslag og hvat land uttan at noyðast at hava tolk, sum tað hevði verið góð hjálp og øllum nógv friðarligari!
Esperanto er sett upp við hesum fyri eyga: tað er fín uppfinning og eitt frálíkt verk, men tí tørvar ábøtur. Espe-ranto í núverandi líki er ógvuliga torskilt hjá nøkrum fólkum.
Altjóða ráðstevna átti at verið skipað, har ið allar heimsins tjóðir, eysturlendskar eins væl og vesturlendskar, høvdu umboð. Henda ráðstevna skuldi skapað eitt mál, sum øll høvdu kunnað tikið til sín, og soleiðis hevði hetta komið væl við hjá øllum londum.
Til eitt tílíkt mál fer at verða brúkt, fer heimurin fram-vegis stórliga at sakna henda máta at samskifta. Mál-munur er ein av størstu atvoldunum til tann óvilja og tað misálit, sum valdar millum tjóðir, sum meira verða hild-nar hvør sær, av tí at tær ikki skilja málið hjá hvørjum øðrum enn av nøkrum øðrum.
Sum tað hevði verið nógv lættari at tænt mannaættini, um øll dugdu sama mál!
Verið tí takksom fyri 'Esperanto', tí tað er byrjanin til at føra út í verk eina av mest týdningarmiklu lógunum hjá Bahá'u'lláh, og tað má framvegis verða bøtt um tað og betrað.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|