 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 49. | Níggjunda meginareglan - ikki blanda átrúnað upp í politikk. |
Avenue de Camoëns 4, París,
hin 17. november
Tvær høvuðsgrundir gera av, hvussu menniskjan ber seg at í lívinum: 'Vónin um at verða lønt' og 'Óttin fyri at verða revsað'.
Tí mugu fulltrúar, sum hava týdningarmikil størv hjá stjórnini, hava hesa vón og henda ótta álvarsliga í huga. Uppgáva teirra í lívinum er at samráðast um lógarsmíð og at síggja til, at rætt verður farið fram, tá ið hesar lógir skulu umsitast.
Tjaldið, sum skal halda skil á í heiminum, er reist og grundfest á hesar báðar súlurnar 'Løn og afturløning'.
Í hørðum stjórnum, mannaðar av fólki við ongari heilagari trúgv, har ið eingin ótti er fyri, at nakað fer at verða afturlønt, verða lógirnar framdar harðræðisliga og órættvíst.
Einki forðar meiri fyri kúgan enn hesar báðar kenslurnar, vón og ótti. Tær hava bæði politiskar og andaligar avleiðingar.
Um tey, sum umsita lógirnar, høvdu havt andaligu fylgjurnar av avgerðum sínum í huga og fylgt tí átrúnað-arligu vegleiðingini, 'Tá høvdu tey verið heilag umboð í virkisheiminum, Guds umboð hjá teimum, sum eru á jørðini, og av Guds kærleika høvdu tey vart áhugamálini hjá tænarum hansara eins væl og teirra egnu'. Um leiðarin í einum landi skilir, hvør ábyrgd hansara er, og um hann óttast fyri at vera ólýðin ímóti heilagu lógini, tá fara dómar hansara at vera rættvísir. Fram um alt, um hann trýr, at fylgjurnar av gerðum hansara fara at koma við honum út um jarðarlívið, og at 'sum hann sáar, so má hann heysta', tá fer tílíkur maður vissuliga at sleppa sær undan órættvísi og harðræði.
Um ein embætismaður hin vegin heldur, at øll ábyrgd fyri gerðir hansara mugu enda, tá ið jarðarlív hansara endar, sum einki veit um heilagan tokka ella um andaliga gleðisríkið, ei heldur trýr upp á tað, tá hevur hann einki, sum elvir honum til at fara rættvíst fram, ella nakað, sum fær hann at forkoma kúgan og óreiðiligheit.
Tá ið ein valdsharri veit, at guddómligi dómarin fer at viga dómar hansara, og at hann, um hann ikki verður funnin ov lættur, fer at sleppa inn í himnaríkið, og at ljósið frá himmalska gávumildinum fer at skína á hann, tá fer hann vissuliga at bera seg rættvíst og falsleyst at. Sjá, hvussu týdningarmikið tað er, at landsstýrismenn áttu at verið upplýstir av átrúnaði!
Men klerkastættin hevur einki við politiskar spurningar at gera! Átrúnaðarlig mál áttu ikki at komið í bland við politikk í tí standi, sum heimurin er í í løtuni (tí tað, sum áhugamál teirra eru, er ikki tað sama).
Átrúnaður hevur við hjarta, anda og siðalæru at gera.
Politikkur fæst við tað tilfeingisliga í tilveruni. Átrú-naðarligir leiðarar áttu ikki at trokað seg inn á politiska økið; teir áttu at hugsað um andaligu uppaling fólksins; teir áttu altíð at veitt menniskjum góða vegleiðing og roynt at tænt Gudi og mannaættini; teir áttu at roynt at fingið fólk at stundað eftir tí andaliga, at bøtt um siða-stand og økt um tokkan til rættvísi.
Hetta høvir Bahá'u'lláh-trúnni. Í halgubók stendur ei-sini skrivað 'Gev keisaranum tað, sum keisarans er, og Gudi tað, sum Guds er'.
Í Persia eru nakrir av teimum týdningarmiklu ráðharrunum gudrøknir, teir eru fyrimyndarligir, tilbiðja Gud og óttast fyri ikki at lýða boðum hansara, sum døma rættvíst og stýra fólki sínum við falsloysi. Í hesum landi eru aðrir leiðarar, sum ikki óttast Guds ásjón, sum ikki geva sær far um, hvat ið gerðir teirra fara at hava við sær, sum arbeiða fyri tí, sum teimum lystir, og teir hava ført Persia inn í stórar tvørleikar og stórt ráðaloysi.
Á, vinir Guds, verið livandi fyrimyndir um rættvísi! So at heimurin við Guds miskunn í gerðum tykkara fer at síggja, at tit staðfesta teir eginleikarnar, sum liggja í rætt-vísi og miskunn.
Rættvísi hevur eingi mørk, tað er algongt virði. Tað má fáast at virka í øllum samfelagsstættum, frá tí hægstu til ta lægstu. Rættvísi má vera heilagt, og rættindini hjá øllum fólkinum mugu havast í huga. Ynskið bara øðrum tað, sum tit ynskja tykkum sjálv. Tá fara vit at frøast í rætt-vísissólini, sum fer at skína úr Guds havsbrúgv.
Hvør menniskja er sett í heiðurspláss, sum hon ikki má rýma úr. Ein eyðmjúkur verkamaður, sum ber seg órætt-víst at, eigur at fáa eins nógvar ábreiðslur og ein víðagitin valdsharri. Soleiðis sleppa vit øll at velja ímillum rættvísi og órættvísi.
Eg vóni, at hvør tykkara fer at verða rættvísur og lata tankar tykkara ferðast tann vegin, sum fer at sameina mannaættina; at tit ongantíð fara at gera grannum tykkara ónáðir ella tosa ilt um nakran; at tit fara at virða rættindini hjá øllum menniskjum og hugsa meiri um áhugamálini hjá øðrum enn hjá tykkum sjálvum. Soleiðis fara tit at verða kyndlar heilaga rættvísisins, sum virka sambært Báha'u'lláh-læruna, sum á hansara døgum varð plágað og forfylgd, tí hon vildi sýna dygdirnar við himmalska heiminum fram fyri mannaheiminum og fáa tað at bera til, at fáa tykkum at skilja yvirræði andans og at frø-ast um Guds rættvísi.
Av miskunn hansara fara heilagu gávurnar at verða oystar oman yvir tykkum, og hesum biði eg fyri!
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|