www.bahai.foBahá'í Miðstøðin/ The Bahá'í Centre
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Annar partur
50. Tíggjunda meginreglan - javnstøða kynjanna millum.
Avenue de Camoëns, París    
hin 14. november    

Tíggjunda meginreglan í Bahá'u'lláh-læruni er kynsjavn-rættindi.

Gud hevur skapt allar skapningar í pørum. Menni-skjuna, dýrið ella plantuna, alt, sum hoyrir til hesi trý ríki, er til í tveimum kynum, og tey eru fullkomiliga líka.

Í plantuheiminum eru kallplantur og kvennplantur; tær eru javnstaddar og eiga líka stóran part av tí vakur-leika, sum eyðkennir teirra slag; tó man tað træið, sum ber frukt, sanniliga verða hildið at vera frægari enn tað, sum ikki ber frukt.

Í djóraheiminum síggja vit, at hanndýr og hondýr hava somu rættindi; og at bæði eru um teir fyrimunir, sum teirra slag hevur.

Nú, í teimum báðum lægru náttúruríkjunum hava vit sæð, at har er eingin spurningur um, at annað kynið stendur yvir hinum. Í mannaheiminum síggja vit, at har er stórur munur; kvennkynið verður viðfarið, sum var tað minni vert, og tað sleppur ikki at hava somu rættindi og fyrimunir. Ikki er tað náttúran, sum hevur skipað fyri hesum, men frálæran. Í heilaga skaparverkinum er eingin sovorðin munur. Fyri Guds ásjón er hvørki kynið hægri enn hitt. Hví skal tá annað kynið halda uppá, at hitt kynið er minni vert og sýta teimum rættvís rættindi og fyrimunir, sum hevði Gud heimilað teimum at bera seg so at? Um kvinnur fingu somu undirvísingarfyrimunir sum teir, sum menn fáa, hevði úrslitið víst, at bæði hava somu førleikar at ogna sær vitan.

Í summum førum er kvinnan yvir manninum. Hon hevur kenslubornari hjarta, er gløggari, kennir mangt inniligari á sær.

Ikki er at nokta fyri, at á ymiskum økjum er kvinnan í løtuni aftari enn maðurin, heldur ikki, at hesin undirluti kemur av tí, at henni hava verið veittir færri frálæru-møguleikar. Í tí lívsneyðuga hevur kvinnan størri íbornan mátt enn maðurin, tí henni kann hann takka fyri, at hann yvirhøvur er til.

Um mamman hevur fingið útbúgving, tá verða børnini hjá henni væl lærd. Er mamman skilagóð, tá verða børnini førd inn á vísdómsgøtuna. Um mamman er trúgvandi, fer hon at vísa børnunum hjá sær, hvussu tey eiga at elska Gud. Um mamman er siðilig, leiðir hon síni smáu inn á reiðiligar leiðir.

Tískil er týðiligt, at tað veldst um mammurnar í dag, hvussu komandi ættarliðið verður. Er hetta ikki kvinnu-num ábyrgd av alstórum týdningi? Krevur hon ikki at fáa allar teir fyrimunir, sum til ber at geva henni, til tess at gera hana út til sovorðnan gerning?

Tí er Gud vissuliga ikki nøgdur við, at so týdningar-mikið amboð sum kvinnan skal líða av ov lítlum lærdómi til tess at verða so fullkomin, sum ynskiligt og neyðugt er, til stóra lívsstarv hennara! Guddómliga rættvísið krevur, at rættindini hjá báðum kynum verða ájavnt vird, eftirsum hvørgin fyri himinsins eygum er hægri enn hin. Tign fyri Gudi er ikki eftir kyni, men eftir hvussu reint og lýsandi hjartað er. Øll eiga eins nógv av mannadygd!

Tí má kvinnan leggja seg eftir at verða fullkomnari, verða mansins javnlíki í allar mátar, at taka seg fram allastaðni, har hon hevur verið tilafturskomin, so at maðurin fer at noyðast at góðkenna, at hon er líka gávað og før fyri at vinna líka langt fram sum hann.

Í Evropa hava kvinnur tikið seg meiri fram enn í eysturheiminum, men enn er nógv eftir! Tá ið lesandi eru komin til endan á skúlaskeiðinum, fara tey til próvtøku, og úrslitið av henni ger av, hvussu vitan og førleiki hjá hvørjum lesandi er. Soleiðis fer at verða við kvinnuni; tað, sum hon avrikar, fer at sýna mátt hennara, tá fer ikki longur at vera neyðugt við orðum at kunngera tað.

Tað er vón mín, at kvinnurnar í eysturheiminum eins væl og systrar teirra í vesturheiminum fara at taka seg skjótt fram, til mannaættin fer at verða fullgjørd.

Guds gávur eru til øll og veita øllum mátt til at taka seg fram. Tá ið menn fara at viðganga, at kvinnur eru javnlíkar teirra, fer ikki longur at verða neyðugt hjá teimum at stríðast fyri rættindum sínum! Tískil er ein av meginreglunum hjá Bahá'u'lláh javnstøða kynjanna millum.

Kvinnur muggu leggja doyðin á at ogna sær andaliga megi og menna førleikan innan vísdóm og frómleika, til tær eru eins vitugar og hava stembast nóg mikið til at bera so í band, at mannaættin verður sameind. Við brennandi eldhuga mugu tær strevast við at boða læru Bahá'u'lláh manna millum, so at glógvandi ljósið frá heilagu gávunum sveipar seg um sálirnar úr øllum heimsins tjóðum!


Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world