www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Triði partur
54. Røða, ið 'Abdu'l Bahá helt í Vinahúsinum í St. Martin's Lane, London, W.C. .
Sunnudagur hin 12. januar, 1913    

Fyri um leið túsund árum síðani var eitt felag stovnað í Persia, sum kallaðist felagið hjá teimum vinunum, sum koma saman til í tøgn at leita ráð hjá tí almáttuga.

Tey býttu guddómligu lívsáskoðanina sundur í tveir partar: eitt slag er tað, sum tað ber til at fáa sær vitan um ígjøgnum fyrilestrar og við at lesa í skúlum og á læru-stovnum. Hitt slagið av lívsáskoðan er tann hjá Illuminati ella hjá teimum, sum fylgja innara ljósinum. Tá ið undir-víst varð í hesi lívsáskoðan, varð tað gjørt í tøgn. Tey grundaðu og vendu andliti teirra ímóti ljóskelduni, úr tí miðljósinum endurspeglaðust himinsins gátur í hjørtu-num á hesum fólkunum. Allir guddómligir trupulleikar vórðu loystir við hesum ljósmátti.

Hesin vinafelagsskapur vaks nógv í Persia, og feløg teirra eru til heilt upp í okkara tíð. Leiðarar teirra skriv-aðu nógvar bøkur og nógv brøv. Tá ið tey hittast í fundarhúsinum sita tey kúrr og grunda; leiðari teirra setir fundin við einum serligum uppskoti, og sigur við fundar-fólkið 'Tit mugu hugsa djúpt um henda trupulleika'. So, nú tey kenna, at hugur teirra er leysur av øllum øðrum, sita tey og grunda, og ikki varar leingi, til svarið kemur fram fyri tey. Mangir torskildir, heilagir spurningar eru loystir av hesum ljóma.

Nakrir av teimum stóru spurningunum, sum fyri mannahugan verða greiddir av veruleikasólargeislunum, eru: trupulleikin, um mannahugurin er veruligur; um hvussu andin kom í heimin; um hvussu hann varð borin úr hesum heimi inn í Guds heim; spurningurin um kjarn-utilveruna hjá andanum og lagnu hennara, eftir at hon er risin upp úr kroppinum.

Tey hugsa eisini djúpt um teir vísindaligu spurning-arnar, sum eru uppi í tíðini, og hesir verða somuleiðis greiddir.

Hesi fólk, sum verða nevnd 'Fylgdarfólk innara ljósins', røkka høgum stigi av mátti, og tey eru fullkomiliga loyst frá blindum trúarsetningum og eftirgerðum. Menni-skjur líta á tað, sum hesi fólk staðfesta: av sær sjálvum - innan í teimum sjálvum - greiða tey øll loyndarmál.

Um innara ljósið hjálpir teimum at finna eina loysn, góðtaka tey hana, og aftan á taka tey støðu til tað: annars høvdu tey mett tað sum blinda eftirgerð. Tey fara so langt sum til at grunda yvir grundleggjandi eginleikarnar hjá guddóminum, yvir guddómligu opinberingina, yvir, hvus-su Gud er staðfestur í hesum heimi. Við andans mátti loysa tey allar teir heilagu og vísindaligu

spurningarnar.

Bahá'u'lláh sigur, at í hvørjum fyribrigdi er eitt tekin (frá Gudi): tað, sum ber boð um skilið er hugleiðing, og tað, sum ber boð um hugleiðing er tøgn, tí ikki ber menni-skjuni til at gera tvey ting samstundis - hon fær ikki bæði talað og grundað.

Tað er sjálvsøgd sannroynd, at meðan tú grundar, talar tú við tína egnu sál. Í tí lagi spyrt tú sál tína, og sálin svarar: ljósið sker ígjøgnum og veruleikin verður avdúkaður.

Tú kanst ikki festa heitið 'menniskja' á nakra veru, sum ikki dugir at grunda; dugdi hon ikki tað, hevði hon ikki verið annað enn bara eitt kríatúr, lægri enn dýrini.

Tað er gávan at duga at grunda, sum ger, at menni-skjan fær ævigt lív; ígjøgnum hana tekur hon ímóti pístri heilaga andans - andans veiting er í hugsan og grundan.

Menniskjans andi fær sjálvur vitan og styrk av at grun-da; ymiskt, sum menniskjan einki visti um, verður greitt fyri eygum hennara, tá ið hon grundar. Tá fær hon heilagan íblástur, tá fær hon himmalska føði.

Grundan er lykilin, sum letur loyndarhurðarnar upp. Í tí støðuni loysir menniskjan seg frá sær sjálvari: í tí støð-uni tekur menniskjan seg aftur frá øllum tí, sum er uttan um hana; í tí einstaklingsbundna lagnum søkkur hon niður í havið av andaligum lívi og fær greitt loyndar-málini hjá hvørjum stakluti sær. Til tess at lýsa hetta, hugsið so um menniskjuna, eins og hevði hon tvey sløg av sjón; tá ið gávurnar at hyggja inneftir verða nýttar, sær útvortis sjónin ikki. Hesi evni at grunda loysa menniskjuna frá djóra-náttúruni, fáa skil á, hvussu veruleikin á mongum er, lata menniskjuna fáa samband við Gud.

Hesin førleiki dregur úr tí ósjónligu hæddini vísinda-greinirnar og listina. Við førleikanum at hugsa ber til at finna upp, farið verður undir ovurstór tiltøk; hann ger, at tað ber stjórnum til at virka javnt. Við hesum førleika trí-nur menniskjan inn í sjálvt Guds ríki.

Kortini gagna nakrir tankar als ikki menniskjuni; teir eru sum aldur, ið til fánýtis førka seg á sjónum. Men um evnini at hugsa eru baðað í innvortis ljósi og merkt av heilagum eginleikum, tá fer mangt at spyrjast burturúr.

Gávan at hugsa kann berast saman við ein spegil; um tú setir hann framman fyri lutum, sum eru av hesum heimi, fer hann at endurspegla teir. Tí fer mannahugin, grundar hann um jarðbundin evni, at fáa ymiskt at vita um tey.

Men um tit venda andans spegili tykkara upp ímóti himni, fara himmalsku stjørnumyndirnar og geislarnir frá veruleikasólini at endurspeglast í hjørtum tykkara, og tit fara at fáa himmalsku dygdirnar.

Latið okkum tí lata hesa gávu venda rætt - latið okkum snara henni ímóti himmalsku sólini og ikki ímóti nøkrum av hesum heimi - so vit kunnu avdúka himinsins loyndar-dómar og skilja líkingasøgurnar í bíbliuni og andans loyndarmál.

Ja, gævi vit vórðu til speglar, sum fóru at endurspegla himmalskar veruleikar, og gævi vit fara at verða so rein, at vit fara at endurspegla himmalsins stjørnur.

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world