 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 54. | Cadogan Gardens 97, London,
hin 26. desember, 1912. |
Hin 9. november
'Eigur bøn at førast út í verk?'
'Abdu'l-Bahá': 'Ja: Í Bahá'í-søkini verða list, vísind og handverk (tald sum) bøn. Tann maður, sum fæst við at gera eitt ark av nótapappíri eftir besta førimuni, og sum samvitskufullur savnar alla megi sína um at gera tað so gott sum til ber, hann prísar Gudi. Í stuttum, alt tað stríð og allur tann ómakur, sum menniskjan av fullum hjarta leggur í verk sítt, er bøn, um tað verður gjørt við tí besta fyri eyga og viljanum til at tæna mannaættini. Hetta er bøn: at tæna mannaættini og at fáa skil á tí, sum fólki tørvar. Tænasta er bøn. Ein lækni, sum er um sjúklingin, vinaliga, eymliga, við ongum fordómum, og sum trýr upp á samanhald manna millum, hann hálovar.
'Hvørjum endamáli tænir lív okkara?'
Abdu'l-Bahá: 'At fáa dygdir. Vit koma av jørðini; hví vóru vit flutt úr steinríkinum til planturíkið - úr plantu til djóraríkið? Til tess at vit kunnu verða fullkomin í hvørjum av hesum ríkjum, at vit kunna hava tær bestu dygd-irnar hjá steinunum, at vit kunnu fáa vakstrarmáttin sum plantan, at vit kunnu verða skrýdd við tí loynivitsku, sum dýrini hava, og fáa evnini at síggja, hoyra, lukta, nema við og smakka, til vit úr djóraríkinum stíga inn í manna-heimin og fáa gávuna at hugsa, orku til at vera uppfin-ningarsom og andans mátt.'
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|