 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 56. | Synd |
'Hvat er óndskapur?'
Abdu'l-Bahá: Óndskapur er brek. Synd er tann støða, menniskjan er í í tí heimi, sum hevur grundarringa natúr, tí í natúrini eru sovorðin brek sum órættvísi, harðræði, hatur, fíggindaskapur, klandur: hetta er tað, sum eyð-kennir lægra náttúrustøðið. Hetta eru heimsins syndir, fruktirnar av tí træi, sum Ádam át av. Við uppaling mugu vit royna at sleppa okkum av við hesi lýti. Guds profetar eru sendir, halgabók er skrivað, so menniskjan fær gjørt seg leysa. Júst soleiðis sum hon verður borin inn í henda alt annað enn lýtaleysa heim úr móðurlívi jarðligu móður sínar, soleiðis verður hon borin inn í andans heim av heilagari uppaling. Tá ið ein menniskja verður borin inn í fyribrigdisheimin, finnur hon alheimin; tá ið hon verður borin úr hesum heimi inn í andans heim, finnur hon himmiríkið.'
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|