www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Triði partur
57. Hvussu sálin mennist.
'Mennist sálin meiri av sorg enn av gleði í hesum heimi?' 'Abdu'l-Bahá: Hugur og andi menniskjans batna, tá ið hon verður kroyst av líðing. Jú meira jørðildið er pløgt, tess betur fer sáðið at grógva, tess betur verður ávøksturin. Júst sum plógvin grevur djúpt niður í moldina og reinsar illgras og tistlar úr henni, so loysa líðing og royndir menniskjuna frá smáligu málunum í hesum jarðarlívi, til hon røkkur ta støðu, har hon er fullkomiliga leys av øllum. Í hesum heimi fer hon at bera seg at sum ein, ið er himmalska lukkuligur. Menniskjan er, so at siga, óbúgvin: hitin frá líðingareldinum fer at fáa hana at bú-nast. Lítið aftur at farnum tíðum, og tit fara at síggja, at tær størstu menniskjurnar hava liðið mest.'

'Hann, sum er mentur ígjøgnum líðing, skuldi hann óttast lukku?'

'Abdu'l-Bahá: 'Ígjøgnum líðing fer hann at fáa æviga lukku, sum einki kann taka frá honum. Kristi lærusveinar liðu: teir fingu æviga lukku.'

'Tá ber als ikki til at fáa lukku uttan at líða?'

'Abdu'l-Bahá: 'Til tess at fáa æviga lukku má ein líða. Hann, sum er komin í sjálvsoffurstøðu, eigur sanna gleði. Tímiligur stuttleiki er stokkutur.'

Fær sál, ið er farin, talað við onkran, sum enn er á jørð?'

'Abdu'l-Bahá: 'Prát fæst í lag, men ikki soleiðis sum vit práta. Eingin ivi er um, at máttirnir í hægru heimunum samspæla við máttir á hesi hædd. Mannahjartað er opið fyri íblástri; hetta er andaligt samskifti. Sum tá ið ein í dreymi tosar við ein vin, meðan muðurin er kúrrur, so-leiðis er tað í andans práti. Ein menniskja prátar kanska við tað eg'ið, sum er innan í henni, og sigur: "Sleppi eg at gera hetta? Man tað vera ráðiligt, at eg geri hetta arbeiðið?" Soleiðis sum hetta er prát við tað hægra eg'ið.'

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world