 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 58. | Tey fýra sløgini av kærleika. |
Cadogan Gardens 97, London,
leygardagin hin 4. januar, 1912
Sum kærleiki er máttmikil! Tað er undursamasti, størsti av øllum livandi máttum.
Kærleiki veitir tí livleysa lív. Kærleiki kveikir í ein loga í tí hjarta, sum er kalt. Kærleiki veitir tí vónleysa vón og gleðir hjartað í tí sorgarbundna.
Í verandi heimi er sanniliga eingin máttur størri enn kærleiksmátturin. Tá ið mannahjartað gløðir av kærleiks-loga, er menniskjan til reiðar at offra alt - enntá lív sítt. Í gleðiboðskapinum verður sagt, at Gud er kærleiki.
Fýra sløg av kærleika eru til. Fyrsti er tann kærleiki, sum streymar frá Gudi til menniskjuna; hann er náði, sum ongantíð verður uppi, heilagur ljómur og himmalskt ljós. Hesin kærleiki eigur lívið í øllum heimsins verum. Hesin kærleiki hevur gjørt menniskjuna út við likamligum lívi, til hon, tá ið heilagi andin - hesin sami kærleiki - fer ígjøgnum hana, fær ævigt lív og verður spegilsmynd av tí livandi Gudi. Allur kærleikin í heimsskaparverkinum stavar frá hesum kærleika.
Annar er tann kærleiki, sum streymar frá menniskjuni til Guds. Hetta er átrúnaðarlig sannføring, at verða drigin at tí guddómliga, at verða kveiktur, at taka seg fram, at trína inn í Guds ríki, at taka ímóti Guds gávum, verða upplýstur av himmiríkis ljósi. Allur mannakærleiki stavar frá hesum kærleika; hesin kærleiki er tað, sum fær mannahjørtuni at endurspegla geislarnar frá veruleikasólini.
Triði er Guds kærleiki fyri eg'num ella tí, sum eyð-merkir Gud. Hetta snýr seg um, hvussu vakurleiki hansara umskapast, hvussu hann sjálvur endurspeglast í spegilsmyndini av skaparverki hansara. Hetta er sannur kærleiki, fyrndargamal kærleiki, ævigur kærleiki. Allur annar kærleiki livir bara av einum geisla av hesum kærleika.
Fjórði er sínámillum mannakærleiki. Hugsjónin um sálareindir elvir til tann kærleika, sum valdar millum hjørtuni á teimum, sum trúgva. Tað er vitan um Gud, sum ger, at tað ber til at vinna henda kærleika, soleiðis at menni-skjurnar síggja heilaga kærleikan endurspeglaðan í hjør-tunum. Hvør sær í hinum, hvussu Guds vakurleiki endurspeglast í sálini, og tá ið tey varnast, at tey eru lík í hesum, verða tey í kærleika drigin hvør móti øðrum. Hesin kærleiki fer at gera allar menniskjur til aldur á einum havi, hesin kærleiki fer at gera tær allar til stjørnur á einum himmalhválvi og fruktirnar á einum træi. Hesin kærleiki fer at hava tað við sær, at ektað samlyndi, grundin undir sannari eind, fer at fáast í lag.
Men tann kærleiki, sum stundum er millum vinir, er ikki (sannur) kærleiki, tí hann kann koma undir umskifti; hetta er bara at vera bergtikin. Tey mjáu trøini fara undan lotinum. Um lotið liggur av eystri, toyggja trøini seg vestureftir, og um lotið liggur av vestri, toyggja trøini seg eystureftir. Hetta slagið av kærleika stavar frá teimum tilvildarligu viðurskiftunum í lívinum. Hetta er ikki kær-leiki, tað er bara kennskapur; hann kann koma undir umskifti.
Í dag sært tú tvær sálir, sum tykjast vera knýttar tætt saman í vinalagi; í morgin er alt hetta kanska broytt. Í gjár høvdu tær verið til reiðar at latið lív hvør fyri aðra, í dag sleppa tær sær undan at vera saman! Hetta er ikki kærleiki; tað eru hjørtuni, sum boyggja seg eftir lívsins tilvild. Tá ið tað, sum hevur gjørt, at hesin 'kærleiki' er til, hvørvur, hvørvur kærleikin eisini; hetta er ikki av son-num kærleiki.
Kærleiki er bara av teimum fýra sløgunum, sum eg havi greitt frá. (a) Guds kærleiki fyri Guds samleika. Kris-tus hevur sagt, at Gud er kærleiki. (b) Guds kærleiki fyri børnum sínum - teimum, ið tæna honum. (c) Menniskjans kærleiki fyri Gudi og (d) mannakærleiki. Hesi fýra sløg av kærleika stava frá Gudi. Tey eru geislar frá veruleika-sólini; tey eru pístr frá heilaga andanum; tey eru veruleikamyndir.
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|