 | O Sonur Andans! Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911
Marianna Debes Dahl týddi.
Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
 |
|
|
| 59. | Talva, ið 'abdu'l-bahá avdúkaði. |
Hin 28. august, 1913
Áelskaða dóttir mín!
Orðkringa og lætta bræv títt varð gjølla lisið í urta-garðinum undir svalligum skugga frá einum træi, har blítt lot andaði. Fyri eygunum lá tað, sum kundi gleða likam-liga, og brævið frá tær var tað, sum kundi gleða sálarliga. Sanniliga, tað sigi eg, tað var ikki eitt bræv, men rósu-garður prýddur við hýasintum og blómum.
Søti paradísangin var í tí og heilagi kærleiksvestan-vindurin blásti úr rósulittu orðum tess.
Ikki havi eg ivaleysa góðar stundir, eg gevi í hesum eitt stutt, endaligt og víðfevnt svar. Tað er soleiðis:
Í hesi Bahá'u'lláh opinbering ganga kvinnurnar lið um lið við menninar. Í ongari rørslu fara tær at verða settar eftir. Rættindi teirra við monnum eru á sama stigi. Tær fara at trína inn í allar umsitingarligu politisku greinir. Í øllum fara tær at vera á sovorðnum stigi, sum fer at verða mett allarhægsta støðan í mannaheiminum, og tær fara at taka lut í øllum viðurskiftum. Verið tit vísar í tí. Hyggið ikki at, hvussu til stendur í løtuni; ikki so langt inni í framtíðini fer kvinnuheimurin at verða albjartur- og glæsiligur, Tí heilagleikin Bahá'u'lláh hevur ynskt, at so skal vera! Tá ið val eru, er rætturin hjá kvinnum at fara á val ómissandi, og tað er ósvitandi og óreingiligur spurningur, at kvinnur skulu sleppa inn í allar mannadeildir. Ikki ein sál fær tálmað ella forðað fyri tí.
Men okkurt er, sum ikki hevur uppiborið, at kvinnur taka lut í tí. Til dømis, tá ið samfelagið má taka til vápnini til tess at verja seg ímóti fíggindaálopi, tá verða kvinnurnar ikki tiknar upp í herin. Tað kann onkuntíð koma fyri, at stríðshugaðir og grimdarmiklir ættbólkar í øðini leypa á heildarskynsemið við tí fyri eyga at fremja hóp-dráp; tá ið soleiðis stendur til, er neyðugt at verja seg, men tað er skyldan hjá monnunum at skipa seg og fremja sovorðin verndartiltøk og ikki skyldan hjá kvinnunum - tí hjørtu teirra eru kenslusom, og tær fara ikki at vera men-tar at tola at síggja ræðuleikarnar í tí stóra mann-drápinum, sjálvt um tað er til tess at verja seg. Kvinnurnar sleppa undan sovorðnum og tílíkum skyldum.
Tá ið tað kemur til, hvussu Rættvísishúsið er bygt, vendir Bahá'u'lláh sær til menninar: Hann sigur: 'Á tit menn, sum hoyra til Rættvísishúsið!'
Men, tá ið limirnir í tí skulu veljast, er einki at tosa um rættin, sum kvinnurnar eiga, hvat ið vali og rødd teirra viðvíkur. Tá ið kvinnurnar fáa hægsta stig av framburði, tá fara tær at fáa ómetaligar fyrimunir alt eftir teimum málum, sum í løtuni troka seg á og eftir góða førleika teirra. Verið tit tessvegna tryggar. Heilagleiki Bahá'u'lláh hevur styrkt munandi um kvinnurørsluna, og kvinnurættindi- og fyrimunir eru ein av størstu meginreglum 'Abdu'l-Bahá. Verið vísar í tí! Ikki verður leingi, til tann dagur kemur, at menninir fara at venda sær til kvinnurnar og siga: 'Vælsignaðu tit! Vælsignaðu tit! Sanniliga hava tit uppiborið allar gávur. Sanniliga eiga tit at sleppa at prýða høvur tykkara við ævigu heiðurskrúnuni, tí í vísindi og list, í dygd og fullgerð skulu tit fara at verða javnlíkar mansins, og hvat ið eyma hjarta og ovurnøgdina av mis-kunn og samhuga viðvíkur, tá eru tit hægri'
|
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|