www.bahai.fo
O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
"Fegnast tit, nú tit sleppa at taka ímóti gesti, ið er sloppin úr fangalegu at koma til tykkara við gleðiboðskapinum? Hann, ið ongantíð hevði dugað at hugsað sær, at sovorðin fagnaðarfundur fór at bera til! Guds miskunn, undursami máttur hansara hevur borið so í band, at eg, sum varð dømdur til at sita í fongsli allar ævir í fjarskotnum býi í Eysturlondum, nú eri staddur her í París og tali við tykkum!"
'Abdu'l-Bahá, París 1912
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Formæli
Í fyrstu útgávu av Fyrilestrum í París, sum Unity Press í Surrey gav út í 1912, vóru bara tær røður, sum 'Abdu'l-Bahá helt í París frá oktober til desember í 1911. Í aðru útgávu, sum varð prentað í 1915, var tilfar lagt afturat, nevniliga tríggjar røður og ein talva, sum varð skrivað upp, tá ið 'Abdu'l-Bahá vitjaði í Onglandi í 1912-13. Hesi uppískoyti eru tikin við í øllum teimum útgávum, sum hava verið prentaðar síðani tá, og nú verða tey vanliga sett í samband við bókina.
    Meðan hann var í Fraklandi, tosaði 'Abdu'l-Bahá á persiskum, sum síðani var týtt til franskt. Fyrilestrar í París er savn av upprunaligum uppritum, sum fýra vitjandi úr Stóra Bretlandi gjørdu, frú Sarah Louisa Blomfield, báðar døtur hennara, Mary Esther Blomfield og Rose Ellinor Cecilia Blomfield, og Beatrice Marion Platt. Hesi upprit vórðu síðani týdd og givin út á enskum, so sum 'Abdu'l-Bahá hevði skotið upp. Sjálvt um teir fýra týðararnir lótu illa at, gongur sjón fyri søgn, at fruktin av felags roynd teirra, Fyrilestrar í París, er vorðin ein av best dámdu og mest nýttu Bahá'í bókunum, og hon er prentað á nógvum málum.
    Síðani 1912 eru til samans ellivu útgávur komnar og nógvar endurprentingar, og eina tíð vórðu røðurnar eisini prentaðar í Sameindu Státunum undir heitinum Vísdómur 'Abdu'l-Bahá's.
Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world