www.bahai.fo
O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Inngangur
Í vesturheiminum var tíðin tíðliga í tjúgundu øld merkt av stórum broytingum, tað var ein tíð, sum flest øll vónaðu og væntaðu sær nógv ymiskt av. Mong fóru á andaliga leitingarferð, sum førdi tey inn á so mikið ymisk øki sum andatrúgv, grøðing, gudsspeki og trúnna á tað yvir-natúrliga, ella sum fekk tey at verða drigin at vekingar-rørslum og nýggjum trúarbólkum við fólkatekkju, sum eru partur av vanligu gudsdyrkanini. Tvinnað saman við hetta tók sosialt medvit seg upp, sum kom til orðanna í verkamannarørsluni, sosialismu og í teimum fyrstu nálu-num av vælferðarstátinum. Samstundis varnaðust alt fleiri, at altjóða politiska skipanin var farin at ridla, og tey óttaðust fyri, at staðbundnir smábardagar kundu fara at vaksa í styrki og verða til nógv ógvisligari kreppur. Tað gjørdi seg inn á ta vanligu trúnna, at alt var vorðið meiri verðsligt og at ein nýggj, máttmikil miðalstætt var komin undan kavi, sum bygdi nýggja ríkidømi sítt á teir mark-naðir og tey ráevni, sum hjálandahertøkurnar í nítjandu øld høvdu fingið til vega.

Inn í tílíkan heim trein 'Abdu'l-Bahá í 1911. 'Abdu'l-Bahá var sonur Bahá'u'lláh, sum grundaði Bahá'í-trúnna. Frá tí, at hann var níggju ára gamal, hevði harða, turkiska keisaraveldið dømt hann til eitt lív stundum sum fangi og stundum sum útlagin, men tá ið hann var gamal maður, slapp 'Abdu'l-Bahá at enda úr fongslinum. Um heilsan var vánalig, eftir at hann hevði kent sakn í nógv ár, gjørdi 'Abdu'l-Bahá fleiri hættisligar ferðir til at boða tann nýggja gleðiboðskapin, sum pápi hansara hevði opin-berað. Hann vitjaði París í níggju vikur, frá 3. oktober til 2. desember í 1911, sum part av ferðini, sum førdi hann til fleiri evropisk lond og til Norðuramerika. Hvar hann kom á ferðum sínum, dró 'Abdu'l-Bahá úr øllum samfelagsstættum stóra áhoyrarafjøld , ið var altrá eftir at hoyra orð hansara. Hóast hann ongantíð hevði gingið í nøkrum rættiligum skúla, talaði 'Abdu'l-Bahá lættliga við teir fremstu innan hugaheim, stjórn og kirkju, sum leitaðu sær ráð hjá honum, og eins lættliga fall tað honum at tosa við vanliga verkamannin, við tann burturgloymda fæloysingin ella við tann, ið var politiskt víðgongdur. Skjótt var hann gitin sum háheilagur, vitborin maður, og víða um søgdu fjølmiðlarnir frá um hann.

Hóast hann ikki var vanur við framferð og hugmyndir teirra, ið hoyrdu til vesturheimin, bar kortini til hjá 'Abdu'l-Bahá at fara út um tey mentanarligu og vana-bundnu mørkini og røða um tey viðurskifti, sum lógu teimum nógvu ymisku áhoyrarum hansara allarfremst í huga. Sum hann ferðaðist í Evropa og í Norðuramerika, gav hann burtur av einari sjón, sum var grundað á, hvussu einastandandi væl hann skilti læruna hjá pápa sínum um eina nýggja sosiala skipan, sum hevði nøktað sterkastu tráanina eftir einum rættvísum, friðarligum og samljóð-andi heimi. Hann segði frá einari framtíð, sum, um serligar stevnur vórðu aldar fram, og serligur hugburður varð stuðlaður, fór at bera av øllum, vit nakrantíð høvdu væntað. Samstundis sá hann frammanundan, hvørja leið onnur rák fóru at ganga, um tey ikki vórðu tálmað, og hann kom við týðiligum ráðum og ávaringum um, hvussu kundi sleppast undan tí lagnuni. Av sær sjálvum svaraði hann teimum aftur, sum tráaðu eftir djúpri vegleiðing, og gav teimum ríviliga burtur av miskunnsama og treytaleysa kærleika sínum, og endurnýggjaði í teimum dirvi til at vóna og trúgva. Tolin, góðsliga og við djúpari samkenslu bar hann fram vísdómsperlur um, hvat eydnan er, og hvussu slepst framá andaliga, samstundis sum hann varp-aði ljós á, hvussu persónlig broyting er tengd saman við, at eitt rættvísari og betri samfelag verður sett á stovn.

Røðurnar hjá 'Abdu'l-Bahá í París kunnu metast sum dropadriv úr parti av týdningarmiklastu læruni hjá Bahá-'u'lláh, sum nema við ikki minni enn heila litrøð av spur-ningum. Hyggja vit at sosialum ábótum, nam 'Abdu'l-Bahá við sovorðin evni sum kvinnurættindi, rasismu, útlendingahatur og ótamda tjóðskaparkenslu, hvussu sleppast kann undan kríggi, og hvat støðið er undir felags trygd og friði tjóðanna millum. At hann hevði umsorgan fyri teimum, ið vórðu hildin niðri og kúgað, og ørkym-laðist av ólíkliga muninum ímillum rík og fátæk, sýndi hann fleiri ferðir í verki við vinsemi og uppoffran, og tað, sum hann ferð eftir ferð segði um mannarættindi og ábyrgd, setti spurning við sosialu siðirnar tá á døgum.

Andaligu umrøðuevnini hjá honum fevna um alda-gamlar spurningar; hvussu er gud, sálin, kærleiki? Hvussu ognast einum andaligar dygdir? Hann røddi um fleiri evni, sum kristin høvdu serligan áhuga fyri, eitt nú um tað, sum bíblian spáar, og hann greiddi frá, hvussu Gud avdúkar fleiri og fleiri átrúnaðarligar sannleikar fyri mannaættini ígjøgnum millumstig sum Kristus og Bahá'u'lláh. 'Abdu'l-Bahá sá fyri sær ein heim, sum sættist við at vera ein eind, sum hevði alheims áskoðan, og sum sameindi øll í glæsiliga margfeldinum hjá hesum heimi. Tey fyrstu árini í 1900-talinum vóru fólk um alt Evropa kortini blindað av innantóma hjálandareypinum, sum sigursæl tjóðskaparkensla østi upp, og dárað av teimum nýggju vísindaligu undrunum og tøkniligu framstigunum. Meðan leiðararnir í Evropa kappaðust um at byggja sínar krígshelvitismaskinur, vóru ikki nógv, ið gáaðu um, at ein eldri fangi úr onkrari avbygd í tí turkiska keisara-veldinum, ið var um at syndrast, blásti í lúður. Evropa reið á vanlukkueggini, og 'Abdu'l-Bahá visti tað, men tveir heimsbardagar við felagslíðingum við tí í kjalar-vørrinum, at alheims politiskar, sosialar og átrúnaðarligar skipanir molnaðu sundur, skuldu til, til tess av avdúka sanna týdningin av orðum hansara.

Nærum eina øld seinni eru røðurnar hjá 'Abdu'l-Bahá framvegis týdningarmikið íkast til, hvussu vit hugsa í dag. Tær veita okkum nýggjar, meiri hóskiligar mátar at skoða heimin uppá, við ongum fordómum, leysar av lemjandi andsøgnunum frá fortíðini, tí tær síggja øll fólk sum limir av somu mannaætt. Tær varpa ljós á møguleikarnar at menna tað góða í mannalyndinum og sýna allan átrúnað sum part av eini vegleiðingarketu frá Gudi, ið røkkur úr fortíðini langt inn í eina fjara framtíð, og tær skoða átrúnað sum eina sameiningarkeldu heldur enn nakað, ið limar sundur, tí tær gera vart við, at persónligt frælsi er tætt tengt at tí, at allur heimurin verður bjargaður, tí at ein nýggj sosial skipan verður sett á stovn. Ráðgevingin hjá 'Abdu'l-Bahá ikki bara lyftir upp andaliga, men hon er verulig og hóskar væl til fólk, sum kanska hugsa meiri um 'hvussu' enn um 'hví'. Hann gevur okkum starvs-ætlan, sum ger, at fólk verða før fyri at arbeiða saman - starvsætlanir, ið stava beinleiðis frá læruni hjá Bahá'u'lláh - og hann vísir okkum, hvussu tann andaliga frálæran kann týðast og fremjast í gerandisverki.

Nú á døgum sóknast fólk jú nógv eftir sær sjálvum og heildini, tá er av alstórum týdningi, at hann leggur dent á, hvussu neyðugt tað er, at vit sjálv koma fram á átrúnað-arligan og andaligan sannleika, heldur enn at líta á tað, sum onnur hugsa. Kanska er tað týdningarmiklasta av øllum, at 'Abdu'l-Bahá ikki bara boðaði dygd, men sjálvur sýndi hana í verki. Hyggja vit frameftir at hættis-ligu forløgunum, okkara lítlu gongustjørnu fer at standa í boði, finna vit í tí, sum 'Abdu'l-Bahá ber fram, ikki bara nýggjan, heimsumfatandi, moralskan hugburð, men eisini sanna fyrimynd at liva lív okkara eftir: í tí liggur varandi mátturin í tí, sum hann boðar. Fyrilestrar í París, fyrsta útgávan av røðunum, sum 'Abdu'l-Bahá helt í vestur-heiminum, fara tí at hava varandi virði. At leiðbeiningin hjá 'Abdu'l-Bahá ikki er sett í gildi um allan heim enn, átti kanska at eggjað okkum uppaftur meiri til at lisið orð hansara og givið tí gætur, sum býr undir teimum viðvíkjandi framtíð okkara.

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world