 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
 |
Fylgjandi er brot úr bókini:
Spurningar og Svar
um Bahá'í Trúnna
Edvard T. Jónsson hevur skrivað
Útgáva © 1992: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
|
| Formæli & Inngangur |
Trúgv & religión | Skapanin | Børn & hjúnalag | Lívið aftaná deyðan | Kristnar lærur | Bahá'í lærur | Partapolitikkur | Samfelagið & einstaklingurin | Bahá'í leiðsla & umsiting | Ymisk viðurskifti | Bahá'í trúgvin
|
Formæli
Bahá'í Trúgvin er ein heims religión, hvørs høvuðs setningur er eind
mannaættarinnar. Eingin presta stætt finnst í Trúnni, sum í sínum víðfevnandi og alheimsligu lærum m. a. leggur dent á óhefta og sjálvstøðuga granskan eftir sannleika fyri tann einstaka, samstundis sum andligir og samfelagsligir mynduleikar eru sera væl skipaðir.
Religiónin, við sínum heims miðdepli á Karmel Fjalli í Haifa, Ísrael, hevur í dag fleiri milliónir fylgjarar og er umboðað í øllum heimsins londum.
Tað er við gleðið, at vit lata útgeva "Spurningar og Svar um Bahá'í Trúnna". Hóast ein bóklingur sum hesin ikki kann umboða eina almenna, endaliga útsøgn um Bahá'í Trúarinnar støðu, so er hann eitt dømi um, hvussu ein bahá'íi búsitandi í Føroyum sær upp á spurningar, ið fólk her um leiðir vísa áhuga fyri.
Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
Upp aftur
|
|
Inngangur
Hesin bóklingur er ein stuttur samandráttur av svarum til teir vanligastu spurningarnar um Bahá'í trúnna, sum føroyingar, serliga ungfólk, hava sett mær á kunnandi fundum í skúlum og aðrastaðni hesi seinastu 10 árini. Nógv eru, sum vilja vita, hvat Bahá'í trúgvin í høvuðsheitum snýr seg um; hesin bóklingur er skrivaður við teimum í huga. Roynt verður at geva eina grieða og lættfatiliga mynd av Bahá'í trúnni og støðu hennara til ymiskar trúaligar og samfelagsligar spurningar.
Bahá'í trúgvin kom til Føroya í 1954 við Eskil Ljungberg, svenskum manni, ið var her í 33 ár og doyði í 1986, 98 ára gamal. Myndin á permuni er av einum veggjateppi, ið Eskil gjørdi sjálvur og nevndi "Lívstræði". Træði umboðar høvuðsevni í Bahá'í trúnni: at øll menniskju eru sum leyv á sama træi og dropar í sama havi.
Vestmanna, 7.apríl 1992,
Edvard T. Jónsson |
|
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|