www.bahai.foBahá'í bókmentir
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Hvat er Bahá'í Trúgvin? | Meginreglurnar | kristindómurin
Bahá'í Heimsmiðdepelin | Hús Tilbiðjanar | Norðurlendsk Bahá'í síður

Bahá’í trúgvin og kristindómurin

Lesarabræv
23 ára gamli danin Daniel Grolin var í 1997 á stuttari vitjan í Føroyum. Meðan hann var her, skrivaði hann eitt lesarabræv, sum varð prentað í Dimmalætting og í Sosialinum. Í føroyskari týðing ljóðar brævið soleiðis:

Góði lesari,

Eg var í døgunum frá 13. til 31. august 1997 í Føroyum við tí endamáli at hitta tað føroyska Bahá’í samfelagið. Eisini var tað ynski mítt at greiða frá viðurskiftunum millum Bahá’í trúnna og kristindómin, nú eg frætti, at kjak hevði verið um hetta evni í føroyskum bløðum. Tað er við hesum kjaki í huga, at eg her bjóði fram mína viðmerking til hetta týdningarmikla mál.

Flestu spurningarnir í hesum sambandi hava við yvirlýsingina hjá Bahá’u’lláh, at hann er afturkoma Jesusar, at gera. Í brævi sínum til tey kristnu skrivar Bahá’u’lláh:
"Sigið Mær, o fylgisneytar Sonarins! Hava tit stongt tykkum úti frá Mær vegna navn Mítt? Hví grunda tit ikki í hjørtum tykkara? Dag og nátt hava tit ákallað Harra tykkara, hin Alvalda, men tá Hann í miklu dýrd síni kom oman úr himni ævinleikans vendu tit tykkum frá Honum og lógu eftir, samankropin í dølskni."

Henda yvirlýsing hevur ljóðað ivingarsom fyri mongum kristnum, tá ið hugsað varð um, at Bahá’u’lláh ikki livdi upp til tað, ið tey væntaðu sær av Jesu afturkomu. Hvørki mátin, Bahá’u’lláh var komin, avleiðingarnar ella løtan svaraði til tað, tey væntaðu sær.

Latum okkum kortini fyrst kanna, hvussu Jesus kom í heimin av fyrstantíð og líta at, hvussu hann uppfylti tær vónir, ið tey jødisku trúgvandi høvdu. Vónir sum tey grundaðu á skriftirnar í Gamla Testamenti.

Flestu gýðingar væntaðu, at Messias fór at vera av Dávids húsi og sita á trónu hansara, hann fór at loysa Ísrael úr fjøtrum rómverja og hertaka eystur og vestur. Jesus var, sambært Matteusi og Lukasi, ein "Dávids sonur", ið merkir, at hann av røttum hevði rættindi til trónuna, men í orðum Jesusar finna vit ongan áhuga fyri hesum framíhjárættindum. Í roynd og veru er ivingarsamt, hvussu kendar messiansku yvirlýsingar hansara vóru. Í fleiri støðum í evangeliunum síggja vit, at Jesus biður ein, ið hevur viðurkent støði hansara, at halda hetta loyniligt (Matt. 16:20 "Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus". Mark. 3:12 "Og hann legði teimum ríkan við, at teir ikki skuldu gera hann kunnan").

Harumframt vísti hann aftur tann týdning, ið gýðingar høvdu hug at leggja í ætt Dávids við at lesa og tulka 110. Sálm, sum tilvísing til Messias (Matt. 22:42-45 "Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?" Teir siga við hann: "Dávids." Hann sigur við teir: "Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: "Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!" Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?").

Tá ið tað snúði seg um at sita á trónu Dávids, at leggja eystur og vestur undir seg og at seta á stovn Guðs ríki á jørð, tóktist tað, sum Jesus ikki megnaði, at liva upp til tann Messias, krígsharran mikla, sum gýðingar væntaðu fór at koma. Skundaðir av hesi væntan um eina hertøku av eystri og vestri, sum til ber at síggja við berum eygum, og væntanini um hernaðarliga stovnsetan av ríki Guðs, spurdu fariseararnir einaferð, hví hetta enn ikki var hent. Jóhannes doyparin, søgdu teir, hevði lýst, at hetta fór at henda (Matt. 3:2 Og hann sigur; "Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd") og Jesus hevði eisini viljað verið við, at hetta fór at henda (Luk. 11:20 "Men um eg reki út hinar illu andarnar við fingri Guðs, tá er Guðs ríki komið á tykkum.") Til hetta svaraði Jesus ikki, at Guðs ríki enn ikki var komið, nei, hann noktaði, at tað fór at koma, soleiðis sum teir væntaðu: "Men tá ið hann av Farisearunum varð spurdur um, nær Guðs ríki mundi koma, svaraði hann teimum og segði: "Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað; ei heldur skulu tey kunna siga: "Sí, her er tað!" ella: "Har er tað!" Tí sí, Guðs ríki er innan í tykkum*-*ella: millum tykkum." (Luk. 17:20-21).

Tulkingarnar hjá gýðingum gjørdust orsøk til, at teir krossfestu Jesus. Tí, var hann veruliga Messias, so var hann eisini fíggindi rómverja, hildu teir. Jesus greiddi frá hvussu Guðs ríki var háttað, tá ið hann varð avhoyrdur av Pontiusi Pilatusi: "Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani." (Jóh. 18:36).

Eitt annað, ið jødarnir væntaðu, var, at Elia skuldi koma aftur (Mark. 9:11 Og teir spurdu hann og søgdu: "Hvussu kann tað bera til, at Fariseararnir og hinir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?"); hann skuldi koma á "eldvagni við eldhestum" (2. Kong. 2:11 Meðan teir nú gingu og talaðu saman, tá kom alt í einum eldvagnur við eldhestum fyri og skildi teir sundur. Og Elia fór til himins í storminum.") áðrenn "Harrans mikla og øgiliga dag" (Mal. 4:5 Sí, eg sendi tykkum Elia profet, áður enn Harrans mikli og øgiligi dagur kemur. Hann skal snúgva hjørtum fedranna at børnunum og hjørtum barnanna at fedrunum, til tess at eg skal ikki koma og sláa landið við deyðavígslu.)

Aftur hesaferð noktaði Jesus ikki fyri, at Elia fór at koma áðrenn Messias, men hann noktaði, at hetta skuldi tulkast soleiðis, sum fariseararnir og hinir skriftlærdu gjørdu. Hetta er ikki bert merkisvert, tí at hann sannar, at Jóhannes doyparin er Elia (Matt. 11:14 "Og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal."), men eisini at hann á henda hátt hevur givið okkum lykilin til fatanina av hansara egnu afturkomu. Antin mugu vit halda, at Jesus var í stríði við Orð Guðs ella mugu vit ásanna, at endurkoma eigur at verða tulkað myndataluliga.

"O kongar kristindómsins! Hava tit ikki hoyrt, at Jesus, Andi Guðs, segði; ‘Eg fari frá tykkum, og komi aftur til tykkara’? Hví gloymdu tit tá at nærkast Honum, tá ið Hann kom til tykkara í himmalsins skýggjum, soleiðis at tit høvdu kunnað skoðað andlit Hansara og verið millum teirra, ið eru í nærveru Hansara?" (Bahá’u’lláh).

Har var eisini eitt annað, ið gýðingar settu í samband við ódeyðiliga ríki Dávids, og tað var uppreisn teirra deyðu. Tað vóru tó bara fariseararnir, ið løgdu dent á hetta. Hóast Jesus ongantíð varð tráspurdur um hetta, so gjørdi hann tað kortini greitt, at hann var komin við hini fyrijáttaðu uppreisnini.

Tí segði Jesus: "Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum:
Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rødd Guðs sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva." (Jóh. 5:24-25).

Tað eigur at vera øllum greitt, at Jesus her tosar í líknilsum um ta væntaðu uppreisnina og fær hana at snúgva seg um ta "stund", fylgisneytar hansara uppliva beint tá.

Áðrenn Lázarus rísur upp frá deyðum síggja vit, at Marta, tá ið hon møtir Jesusi, sigur: "Eg veit, at hann (Lázarus) skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi." (Jóh. 11:24). Til hesa vanligu uppfatan av uppreisnini, svarar Jesus: "Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr." (Jóh. 11:25).

Bít her merki í, at Jesus nýtir nútíð, tí hann lýsir ikki ein gerning ella eitt undur, ið henda skal í framtíðini, men lýsir okkurt, sum er í Jesusi sjálvum. Jesus heldur áfram og sigur: "Og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja." (Jóh. 11:26). Hugsa vit um hesi ørindi, leggja vit til merkis, at ein bókstavlig tulking ikki kann nýtast, tá ið vit noyðast at viðganga, at mong, ið trúðu á Jesus, t.d. Lázarus, ikki er okkara millum í dag. Latum okkum tí gera tann úrskurð, at "uppreisnin á evsta degi" varð tulkað av Jesusi sjálvum sum ein andalig veking, sum koma hansara bar við sær.

"Lovprísað veri navn Títt, O Harri, mín Guð! Við navni Tínum, sum fekk tíman at koma og sum gjørdi, at uppreisnin varð til, og sum gjørdi, at ótti og angist tók harðliga í øll, ið eru á himni og á jørð, biði eg Teg um at lata regna av náðihimli tínum og úr miskunnarskýggjum tínum, tað sum fer at gleða hjørtu tænara tína, sum hava vent sær móti Tær og stuðlað søk Tíni."
(Bahá’u’lláh). Tí noyðast vit at spyrja okkum sjálvi, hví so nógv kristin bíða eftir hini somu bókstavligu uppfyllingini av skriftunum? Hví sleppa tær somu hugmyndirnar, sum forðaðu gýðingum í at røkka frelsuni, enn einaferð at forða hinum guddómliga læknanum í at grøða heilsuveika kropp mannaættarinnar?

Tey flestu munnu hava hoyrt um adventistarnar, sum í 1840-árunum fóru at ávara fólk um at Jesu afturkoma var í nánd. Hetta gjørdu teir við grundarlagi í útrokningum hjá William Miller, ið bygdi sínar útrokningar á lyfti Dánjal profets um 2300 dagarnar og næturnar, sum er talið á árum, ið eru millum tað árið, tá boð vórðu givin um at byggja Jerusalem uppaftur, og árið 1844 eftir Kristi føðing. Árið 1844 kom og fór, adventistarnir litu móti himni, men sóu onki, ið minna kundi um nakað, ið teir høvdu væntað. Tá avtornaði, varð árið bert kent sum "árið við hinum stóra vónbrotinum". Tað, ið adventistarnir ikki vistu, var, at í eysturlondum, í 1844 í Persia, hevði ein ungur maður, Báb at navni, yvirlýst, at hann var tann, ið teir bíðaðu eftir.

Tá ið hann varð avhoyrdur av myndugleikunum og spurdur um hvør, ið hann var og hvør boðskapur hansara var, svaraði hann: "Eg eri, Eg eri, Eg eri hin fyrijáttaði! Eg eri Hann, hvørs navn tit í túsund ár hava ákallað. Tá ið navn Hansara varð umrøtt, reistu tit tykkum. Tykkum longdist eftir at vera vitni til komu Hansara. Við inniligari bøn bóðu tit Guð um at skunda undir, at opinberingarløta Hansara skuldi koma. Sanniliga sigi Eg, at menniskjuni í eystri og vestri mugu gera eftir orðum Mínum og svørja sjálvum Mær trúnað."

Í 1850 varð hin ungi Báb avrættaður av persisku myndugleikunum. Seinni vóru ikki færri enn 20.000 av fylgisneytum hansara tiknir av døgum. Men áðrenn Báb varð dripin, hevði hann givið lyfti um, at ein annar skuldi koma aftaná hann, eins og Jóhannes doyparin hevði boðað komu Jesusar. Um hann, ið Guð skuldi lata koma til sjóndar, segði hann: "Av øllum lovorðum Mínum av Honum, ið kemur aftaná Meg, er tað størsta hetta: Skrivliga játtan Mín, at ongi orð, Eg mæli, fáa lýst Hann á hóskandi hátt. Ei heldur kann nøkur útsøgn í bók Mínari, Bayanini, rættvíst umrøða søk Hansara."Tí savnaðust fylgisneytar Bábsins um Bahá’u’lláh (1817 - 1892), sum var í útlegd í Baghdad. Bahá’u’lláh var væl lýddur í Baghdad og varð vitjaður av høgum og lágum, men hetta vakti øvundina og vandnið hjá prestastættini, sum bað ríkisvaldið um at fáa hann fluttan.

Landshøvdingin, sum hávirdi Bahá’u’lláh, læt ikki fýra tey fyrstu brøvini frá Stóra Vizierinum við seg koma. Vizierurin beyð honum at senda Bahá’u’lláh til Konstantinopel, høvuðsstaðin í Ottomanska ríkinum. Tá fimta brævið kom, noyddist hann kortini at gera eftir boðunum frá Stóra Vizierinum og segði Bahá’u’lláh frá um brøvini.

Bahá’u’lláh ferðaðist upp um kavaklødd fjøll og kom vegin fram til Konstantinopel, men varð alt fyri eitt rikin av landinum til Adrianopel. Her livdi hann undir ómenniskjansligum korum, men skrivaði kortini uttan nakran ótta til kongar og drotningar í Europa, pávan, sultánin í Irak og shahin í Iran. Til týska keisaran, Wilhelm I, skrivaði Hann:
"Minnist tú hann (Napoleon III), hvørs vald var størri enn títt, og hvørs støði var størri enn títt? Hvar er hann? Hvat er vorðið av teimum lutum, hann átti? Ver hervið ávaraður, og ver ikki teirra millum, ið sova so djúpt. Tað var hann, ið blakaði bræv Guðs frá sær, tá ið Vit søgdu honum um tað, ið valdsharrarnir gjørdu móti Okkum.

Tí fell vanæra á hann úr øllum ættum, og hann fall í dustið við stórum ósigri."..."O, tit áarbakkar Rínáarinnar! Vit sóu tykkum vættar í blóði, tí hevndarsvørð varð hevjað móti tykkum; og aftur skal tað verða hevjað. Vit hava hoyrt Berlin eymka seg, hóast hon í dag livir í merkisverdum marglæti."

Í meira enn hundrað bindum við bókum og brøvum røddi Bahá’u’lláh um týdningin, sum lá í hesum nýggja degi Guðs, og hann vildi vera við, at hann var sjálvur Harri herskaranna og tann, ið Jesus hevði talað um: "Sanniliga, Hann, ið er Sannleikans Andi, er komin at vegleiða tykkum til allan sannleika. Hann talar ikki av sær sjálvum, men sum hin Alvaldi, hin Alvísi hevur boðið Honum at tala". (Bahá’u’lláh í "Lawh-i-Aqdas"). (Jóh. 16:12 - 15 Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum). Hann kunngjørdi allar tær lærur, bæði andaligar og samfelagsligar, sum eru alneyðugar, skal hitt leingi væntaða ríki Guðs á jørð, ið Kristus fyrijáttaði, setast á stovn. Eins og Jesus segði okkum áður, fór endurkoma hansara í dýrd Harrans ("Bahá’u’lláh" merkir bókstavliga "Dýrd Guðs") ikki at merkja, at ríki Guðs fór at koma dáttliga oman av himni við náttúruvanlukkum og hurlivasa. Í hesi endurkomu liggur meir at kalla ein tilgongd móti byggingini av eini "nýggjari jørð" ella, við øðrum orðum, eini nýggjari siðmenning, ið grundað er á lærur hjá Guði sjálvum, og ikki á manngjørdar hugsjónir. "Eina Harrin skal á tí degi vera hátt hevjaður" (Jesaja 2:11), og "Heimsins kongadømi er vorðið Harra várs og hins salvaða hansara" (Opinberingin 11:15). Hann greiddi frá, at Guðs opinbering fyri monnum fór at útbúgva og broyta menniskjuni, og tann nýggja mannaætt, ið fór at spyrjast burtur úr, fór at byggja ríki Guðs á jørð, samsvarandi hini stóru ætlanini hjá faðirinum. Hann segði, at barnaár menniskjans vóru liðin, og at mannaættin nú steig inn í eitt týdningarmikið vaksnamannatíðarskeið. Hon var nú før fyri at byggja ein friðarligan og rættvísan heim, og tann øld, tá ið spádómar Jesaja profets og Jóhannesar evangelists fóru at vera uppfyltir, var í hondum: "Hann skal døma heidninganna millum og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjótum sínum; tjóð skal ikki bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orrustu meira" (Jesaja 2:4). "Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra..." (Opinberingin 21:4).

Aftaná Adrianopel varð Bahá’u’lláh rikin í útlegd til fongsulsbýin Akka (í Gamla Testamenti verður hesin býur róptur "hin sterki býurin") í heilaga landinum. Hóast hann var fyri ósigandi lýðing og neyð, helt hann áfram við at opinbera tað, ið skuldi liggja til grund fyri bygnaðinum av ríki Guðs, og eins og Guð hevði lovað, "gjørdi hann allar lutir nýggjar" (Opinberingin 21:5). Henda úthelling av himmalskari leiðbeining hevur onki fordømi í allari átrúnaðarsøguni. Tað, ið Bahá’u’lláh sjálvur skrivaði, varð prentað, meðan hann enn var á lívi, og øll kunnu í dag fáa hendur á skriftum hansara. Bahá’u’lláh andaðist í 1892 nærhendis Akka, sum ein útlagin fangi. "Sí, eg komi eins og tjóvur; sælur er tann, sum vakir..." (Opinberingin 16:15)

Tað var í Akka, at bretski orientalisturin (granskari í eysturlendskari mentan), Edward Granville Browne, ið varð professari við fróðskaparsetrið í Cambridge, hitti Bahá’u’lláh:
"Andlitið á honum, sum eg stardi at, fari eg ongantíð at gloyma, hóast eg ikki fái lýst tað. Hasi gjøgnumgatandi eyguni tóktust ganga inn at sálini á tær, megi og myndugleiki lýstu av tí stóru pannuni... Har vóru ongar áneyðir at spyrja, hvørjum eg stóð frammanfyri, tá ið eg neig fyri honum, ið er fyri slíkum tokka og kærleika, ið kongar mega øvunda honum og keisarar til fánýtis suffa eftir."

Við bestu heilsanum
Daniel Jalal Grolin,
Bredstedgade 16 St.
5000 Odense C
Danmark.
daniel@grolin.dk

E.S. Einstakar rættingar og broytingar eru skoyttar upp í hesa týðingina av lesarabrævinum. Øll skrivtstøð úr Bíbliuni eru tikin úr bíbliutýðingini hjá Jákupi Dahl.

Upp aftur

 

Slóðir:

The Bahá'í World Website

The Bahá'í World Website

Statements to the UN

Bahá'í World News Service

BBC Religion and Ethics Bahá'í

One Country - The online newsletter of the Bahá'í International Community

The Mount Carmel Terraces, Haifa, Israel

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2008
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
Text in English



Bahá'í communities around the world